Sjálvgreiðslan
Skriva út
Bakkafrost
Lagt út: 03.10.19
Umsóknarfreist: 20.10.19

BAKKAFROST søkir eftir KT-lærlingi

Kundi tú hugsað tær eina yrkisleið innan KT? Sum KT-lærlingur hjá Bakkafrost fært tú eina fjølbroytta og avbjóðandi útbúgving sum KT-supportari á einum spennandi arbeiðsplássi í støðugari menning. Tú verður partur av eini fyritøku, ið hevur heimsins longstu virðisketu í laksavinnuni. Vit framleiða matvørur úr føroyskum laksi - tann sunnasti og besti, ið marknaðurin hevur at bjóða. Tú kemur at starvast á KT-deildini, ið er partur av høvuðssætinum á Glyvrum.

Arbeiðsøki
Umframt skúlagongd í Danmark kemur starvið millum annað at fevna um at:

  • veita support til KT-brúkarar í Bakkafrost samtakinum

  • seta upp og viðlíkahalda KT-skipanir, servara loysnir og netverk

  • røkja aðrar uppgávur í deildini

Tín vangamynd
Tú hevur eina miðnámsútbúgving og stóran áhuga fyri KT. Tú ert væl skipað/ur, hevur góð samstarvsevnir og megnar bæði at arbeiða sjálvstøðugt og í toymum. Vit vænta at tú er tænastusinnað/ur, ábyrgdarfull/ur og hevur ein positivan hugburð til uppgávurnar. Tað er týdningarmikið, at tú kennir teg aftur í virðisgrundarlagnum hjá Bakkafrost, sum er at vera ábyrgdarfull, vísa virðing og vera íðin, effektiv og framsøkin.

Vit bjóða
Vit bjóða eitt fjølbroytt og áhugavert lærupláss við fakligum og persónligum avbjóðingum í einari dynamiskari fyritøku. Tú fært starvsfelagar, sum stuðla og vegleiða, so tín lærutíð verður lærurík og áhugaverd. Vit leggja dent á at hava eitt gott arbeiðsumhvørvi, og kunnu bjóða tær góðar starvsfólkatryggingar.

Løn og setanartreytir
Løn og setanartreytir eru sambært S&K sáttmálanum.

Lærutíðin er 3 ár. Starvssetan verður pr. 1. desembur 2019, ella eftir avtalu.

Meira at vita
Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Kristian Eli Zacharissen, KT-leiðara, á tlf. 235070 ella við t-brævi til kez@bakkafrost.com.

Umsókn
Umsóknarfreistin er sunnudagin 20. oktobur 2019.

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Um Bakkafrost
Bakkafrost er størsta alifyritøka í Føroyum. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (VAP) er á Glyvrum. Alivirksemið hjá samtakinum er í Norðoyggjum, Eysturoy, Streymoy, Sandoy og Suðuroy. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum.

www.bakkafrost.com

 

 

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á starv.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á starv.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.