- Øll Størv (108)
- Byggivirksemi (0)
- Fiskavøruídnaður (3)
- Fiskiskapur (0)
- Flutningur (0)
- Flutningur sjóvegis (2)
- Fyrisiting og tænastur (18)
- Gistihús og matstovur (8)
- Handil og umvæling (9)
- Heilsu- og almannaverk (44)
- Kunningartøkni (4)
- Skipasmiður og smiður (5)
- Undirvísing (2)
- Vinnuligar tænastur (13)

Vit sóknast eftir dugnaligum og ágrýtnum farmaseuti at arbeiða við kliniskari farmasi á sjúkrahúsi og á Framleiðsluapoteki
Søkt verður eftir farmaseuti til starv, sum er tvíbýtt millum Kliniska stápin hjá Landsapotekaranum og Framleiðsluapotekið. Viðkomandi verður partur av kliniska toyminum, sum tekur sær av farmaseutiskum uppgávur innan kliniska øki og logistik í sjúkrahúsverkinum. Á Framleiðsluapotekinum verður viðkomandi partur av farmaseutfakliga toyminum, ið hevur til endamáls at tryggja, at galdandi GMP krøv og viðkomandi faklig tilmæli verða hildin innan framleiðslu og skamtan.
Talan er um eitt barnsburðarfarloyvisstarv at byrja skjótast gjørligt og sum fyribils er tíðaravmarkað til 1 ár frá setan.
Starvið
Arbeiðsuppgávur kunnu tillagast førleikunum hjá umsøkjaranum, og verða lagdar til rættis í samstarvi við restina av toyminum.
Arbeiðsuppgávurnar í Kliniska toyminum umfata í høvuðsheitum:
- Heilivágstænasta og skynsom farmakoterapi
- Undirvísing av heilsustarvsfólki og ráðgeving á sjúkrahúsdeildum um heilivág
- Loysa logistiskar uppgávur
- Viðlíkahald av heilivágsmodul í Cosmic
Arbeiðsuppgávurnar á Framleiðsluapotekinum kunnu í høvuðsheitum umfata:
- Góðkenna framleidda vøru
- Skriva góðskuskjøl sum t.d. SOP’ar og framleiðsluforskriftir
- Avgreiða og góðskutryggja skamtanarforskriftir
- Samskifta við heilsustarvsfólk og brúkarar
Tínir førleikar
Umframt at tú hevur staðið danskt farmaseutiskt kandidatprógv ella líknandi, skalt tú hava áhuga fyri kliniskari farmasi og heilvágsframleiðslu.
Harumframt kunnu hesir førleikar vera ein fyrimunir, tó ikki eitt krav:
- Tú hevur royndir innan kliniska farmasi, heilivágsframleiðslu ella apoteksarbeiði
- Tú ert tilvitað/ur um týdningin av góðsku og góðskuskipanum
- Tú ert tænastusinnað/ur og hevur evni til at samstarva við ymsar yrkisbólkar
- Hevur áhuga í og vitan um heilsuverkið sum heild
Vit vænta, at tú ert fyrikomandi, álítandi og ynskir at vera ein góður starvsfelagi. Vit leggja dent á, at tú sært týdningin í at samstarva, og at tú hevur ein semjusøkjandi hugburð, samstundis sum uppgávurnar verða loystar á einum fakliga høgum støði.
Vit bjóða
Til rætta viðkomandi kunnu vit bjóða eitt avbjóðandi, mennandi og fjølbroytt starv á einum áhugaverdum arbeiðsplássi, har góðska og trivnaður er í hásæti.
Setanarviðurskifti
Talan er um barnsburðarfarloyvisstarv sum fyribils er tíðaravmarkað til 1 ár frá setan. Starvið er ásett at vera 40 tímar um vikuna, har helvtin er á Landssjúkrahúsinum og hin helvtin er á Framleiðsluapotekinum í Tórshavn.
Starvið verður sett og lønt sambært sáttmála millum Pharmadanmark og Fíggjarmálaráðið.
Umsókn
Skrivlig umsókn við avriti av prógvi, viðmælum og CV við upplýsingum um royndir skal vera Apoteksverkinum í hendi í seinasta lagi mikudagin 20. januar 2021. Umsóknir skulu sendast sum teldupostur til nielsj@apotek.fo
Hevur tú spurningar um starvið, kanst tú venda tær til Niels Joensen á tlf. 213097 ella Elisabeth Joensen-Næs á tlf. 341164. Tú kanst eisini senda ein teldupost til nielsj@apotek.fo.
Les meira um okkum á apotek.fo