Sjálvgreiðslan
Skriva út
Kvívíkar Kommuna
Lagt út: 11.02.20
Umsóknarfreist: 25.02.20

Vit lyfta í felag.

Dagstovnin Áarlon søkir eftir einum motorikkvegleiðara/námsfrøðingi til vøggustovuna Summardáin, starvið er 30 tímar um vikuna. Eisini søkja vit eftir einum námsfrøðingi, ið hevur áhuga fyri kreativum arbeiði til barnagarðsstovuna Smæran, starvið er 30-35 tímar um vikuna.

Áarlon er ein stovnur, har samstarvið er grundarlagið undir øllum virkseminum á stovninum – vit eru øll í parti.

Vit eru góð við hvønn annan, vit hava tað stuttligt saman, vit hjálpa hvørjum øðrum, og tá ið vit eru ósamd, so er tað ikki so farligt, tí vit eru í parti - vit loysa avbjóðingarnar saman.

Tað hevur stóran týdning fyri okkum, at okkara umhvørvið er rúmligt og umsorganarfult – vit megna næstan alt saman.

Vit halda, at okkara arbeiði er áhugavert og týdningarmikið. Vit vita, at í okkara arbeiði er altíð meira at læra – vit læra saman og av hvørjum øðrum.

Vit halda, at okkara arbeiði er lívsjáttandi – vit koma glað til arbeiðis og fara glað heim.

Haraftrat hava vit ein fantastiskan stovn, eitt heilt serligt nærumhvørvi og tey fittastu børnini – hvussu heldigur kann man vera?

  • Heldur tú, at umsorganin fyri tí einstaka menniskjanum kemur fyrst?
  • Heldur tú, at samstarv er tað berandi undir øllum námsfrøðiligum virksemi?
  • Hevur tað týdning fyri teg, at tað er stuttligt at vera til arbeiðis, og at arbeiðsgleði er høgt í metum?
  • Hevur tú eyga fyri møguleikum og loysnum?

Um hetta er nakað fyri teg, so bjóða vit tær hjartaliga vælkomnum í Áarlon.

Starvið verður sett so skjótt, sum til ber.

Lønar og setanartreytir:
Løn og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Førleikaviðbót verður givin sambært §22 í sáttmálanum.

Um námsfrøðingar ikki søkja, kunnu hjálparfólk verða sett í tíðaravmarkað starv.

Meira fæst at vita um starvi við at ringja til Gunnvá Edvardsdóttir, leiðara, á telefon 292412.

Umsóknir við prógvum, viðmælum og CV skulu vera leiðaranum í hendi seinast týsdagin 25. februar 2020.

Dagstovnurin Áarlon
Frammi í Forna 1
340 Kvívík
stovnur@kvivik.fo

 

 

 

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.