- Øll Størv (74)
- Byggivirksemi (0)
- Fiskavøruídnaður (3)
- Fiskiskapur (0)
- Flutningur (2)
- Flutningur sjóvegis (1)
- Fyrisiting og tænastur (19)
- Gistihús og matstovur (8)
- Handil og umvæling (6)
- Heilsu- og almannaverk (24)
- Kunningartøkni (3)
- Skipasmiður og smiður (2)
- Undirvísing (0)
- Vinnuligar tænastur (6)
Vilt tú arbeiða sum heilsufrøðingur?
Gigni søkir eftir avloysara fyri heilsufrøðing
Starvið er:
20 tímar á smábarnaøkinum í Sunda kommunu og Eiðis kommunu. Starvið verður sett frá 1. januar 2020 ella skjótast gjørligt. Starvið er tíðaravmarkað til 1. august 2020.
Vit kunnu bjóða:
- sjálvstøðugt, spennandi og avbjóðandi arbeiði
- fakligt mennandi umhvørvi
- at vera partur av einum samstarvstoymi við jaligum og eldhugaðum starvsfeløgum
Førleikakrøv:
- útbúgving og løggilding sum sjúkrarøktarfrøðingur
- útbúgving sum heilsufrøðingur
- góð evnir at samstarva við leiðslu, starvsfelagar o.o.
- áhuga fyri fakligari menning
Møguleiki er eisini hjá sjúkrarøktarfrøðingum at søkja starvið, um teir lúka upptøkutreytirnar at lesa til heilsufrøðing.
Upptøkutreytirnar eru:
- útbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingur og danska løggilding
- royndir sum sjúkrarøktarfrøðingur, sum svara til minst tvey ár við fullum setanarbrøki. Hesar royndir skulu vera frá minst tveimum av ávikavist føði- og barsilsdeild, neonatologi, pædiatri, barna- og ungdómspsykiatri, læknaviðtalu og heimarøkt. Minst ein av hesum starvssetanunum skal hava verið í minsta lagi 8 mánaðir til longdar.
Yvirskipað kunnu broytingar væntast í mun til raðfestingar og mannagongdir í samband við
menningartilgongd.
Lønar- og setanartreytir:
Løn sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.
Umsókn við prógvum, CV og øðrum viðkomandi skjølum verður at senda til heilsutrygd@heilsutrygd.fo ella til Heilsutrygd, Postsmoga 52, Klaksvíksvegur 7, FO-700 Klaksvík.
Umsóknin skal verða Heilsutrygd í hendi í seinasta lagi mánadagin 16. desember 2019 kl. 12.00.
Meiri fæst at vita við at ringja til Elin Ziska, virkandi fakligan stjóra í Gigni, tlf. 562354, ella teldupost elinz@gigni.fo.