Sjálvgreiðslan
Skriva út
Gigni
Lagt út: 10.09.20
Umsóknarfreist: 25.09.20

Vilt tú arbeiða sum heilsufrøðingur?

Gigni søkir eftir tveimum avloysarum fyri heilsufrøðingar

Størvini eru:
24 tímar avloysarastarv á smábarna- og skúlaøkinum í Vestmanna kommunu og í Kvívíkar kommunu. Starvið verður sett skjótast gjørligt og endar tann 28. februar 2022.

28 tímar avloysarastarv á smábarna- og skúlaøkinum í Tórshavnar kommunu frá 1. november 2020 til 31. august 2021.

Vit kunnu bjóða:

  • sjálvstøðugt, spennandi og avbjóðandi arbeiði
  • fakligt mennandi umhvørvi
  • at vera partur av einum samstarvstoymi við jaligum og eldhugaðum starvsfelagum

Førleikakrøv:

  • útbúgving sum heilsufrøðingur
  • løggilding sum sjúkrarøktarfrøðingur
  • góð evnir at samstarva við leiðslu, starvsfelagar o.o.
  • ábyrgdarfullur og álitisvekjandi
  • áhugaður fyri fakligari menning

Møguleiki er eisini hjá sjúkrarøktarfrøðingum at søkja starvið, um teir lúka upptøkutreytirnar at lesa til heilsufrøðing.

Upptøkutreytirnar eru:

  • útbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingur og danska løggilding
  • royndir sum sjúkrarøktarfrøðingur, sum svara til minst tvey ár við fullum setanarbrøki. Hesar royndir skulu vera frá minst tveimum av ávikavist føði- og barsilsdeild, neonatologi, pædiatri, barna- og ungdómspsykiatri, læknaviðtalu og heimarøkt. Minst ein av hesum starvssetanunum skal hava verið í minsta lagi 8 mánaðir til longdar.

Yvirskipað kunnu broytingar væntast í mun til raðfestingar og mannagongdir í samband við menningartilgongd.

Lønar- og setanartreytir:
Løn sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.

Umsókn við prógvum, CV og øðrum viðkomandi skjølum, verður at senda til heilsutrygd@heilsutrygd.fo ella til Heilsutrygd, Postsmoga 52, Klaksvíksvegur 7, FO-700 Klaksvík.

Umsóknin skal verða Heilsutrygd í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 25. september 2020 kl. 12.00.

Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Paulu Mohr, leiðsluskrivara í Gigni, paulam@gigni.fo, 614012, ella Elin Ziska, fakligan stjóra í Gigni, elinz@gigni.fo, tlf. 562310.

 

 

 

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna