Sjálvgreiðslan
Tórshavnar Kommuna
Lagt út: 02.07.19
Umsóknarfreist: 23.07.19

Varaleiðari til Frítíðarstovnin Spíran

Tórshavnar kommuna søkir vegna Frítíðarstovnin Spíran eftir varaleiðara at byrja 1. august 2019 ella eftir nærri avtalu.

Starvið er 40 tímar um vikuna av teimum er 15-20 tímar til leiðslu ið er partur av einum leiðslutoymi við frítíðarskúlan í Kongagøtu.

Tað sum eyðkennir Spíran er námsfrøðiliga arbeiðið í náttúruni og liggur stovnurin í náttúru vakra økinum í Havnardali. Børnini læra um náttúruna við at brúka hana og virka í henni. Børnini luttaka í felags ábyrgdini av djórahaldi, jarðadyrkan, hegning og bygging.

Vit søkja eftir einum námsfrøðingi, sum hevur hegni og áhuga við námsfrøði í náttúruni. Einum námsfrøðingi sum hevur áhuga í leiðslu og at arbeiða í einum leiðslutoymi.

FØRLEIKAKRØV
• At tú ert útbúgvin námsfrøðingur og hevur hug og hegni at taka ábyrgdaruppgávur og skipa arbeiðið
• At tú ert sjálvsstøðug/-ur og kanst taka avgerðir
• At tú ert kveikjandi og við til at menna tað námsfrøðiliga arbeiðið
• At tú hevur góð samstarvsevnir og megnar at leiða og virka í einum starvsfólkatoymi
• At tú kanst skapa ein tryggan og fjølbroyttan gerandisdag, við virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum, foreldrum og starvsfeløgum

SETANARVIÐURSKIFTI
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevara felag.

MEIRA FÆST AT VITA
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Ann Elisabeth Eldevig Joensen stovnsleiðara, á telefon 214041 og við at hyggja á heimasíðuna www.nattura.fo

UMSÓKN
Umsókn saman við upplýsingum um útbúgving, royndum og tilmælum, verður at senda til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 23. juli 2019.

 

 

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á starv.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á starv.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.