Sjálvgreiðslan
Skriva út
Tórshavnar Kommuna
Lagt út: 13.10.21
Umsóknarfreist: 27.10.21

Varadeildarleiðarastarv á Lágargarði

Droymir tú um nýggjar avbjóðingar? Varadeildarleiðarastarv á Lágargarði er leyst at søkja!

Starv sum varadeildarleiðari á Heimarustovu er leyst at søkja, við starvsbyrjan 1. desember 2021. Varadeildarleiðarin vísir til deildarleiðaran.

Er tú engageraður, virkisfúsur, nærlagdur sjúkrarøktarfrøðingur, kann tað verða tær, vit hava brúk fyri, sum varadeildarleiðara á Heimarustovu á Lágargarði.

Deildarleiðarin og varadeildarleiðarin mynda, í tøttum samstarvi, leiðsluna á Heimarustovu. Heimarastova hevur ein samansettan starvsfólkahóp, og eru í tøttum samstarvi við aðrar fakbólkar a Lágargarði og í Heilsu- og umsorganartænastuni heild.

Leiðslan gongur á odda og hevur fakliga, fyristitingarliga, fíggjarliga og starvsfólkaliga ábyrgd av arbeiðinum á deildini, har varadeildarleiðarin samstundis er við í útinnandi sjúkrarøktini. 

Leinki til lýsing:
https://www.torshavn.fo/um-kommununa/starv-i-kommununi/leys-storv/varadeildarleidarastarv-a-lagargardi/

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna