Sjálvgreiðslan
Skriva út
Vága Kommuna
Lagt út: 26.11.19
Umsóknarfreist: 13.12.19

Vága kommuna søkir eftir námsfrøðingum

Søkt verður eftur 3 námsfrøðingum til Smílikulluna at byrja 06.01.2020  

Talan er um føst størv.

Talan eru um trý størv. Eitt á 26 tímar og eitt á 20 tímar í Smílikulluna og eitt starv á 26 tímar í Smílikulluna og 1 leygarkvøld um mánan í ungdómshúsinum.

Vit ynskja av tær: 

  • At tú ert við til at menna tað námsfrøðiliga arbeiðið á stovninum.
  • At tú ert opin fyri broytingum.
  • At tu hevur og vísir initiativ.
  • At tú hevur góð samstarvsevnir.
  • At tú megnar at arbeiða sjálvstøðugt, tekur ábyrgd og ert nærløgd/lagdur.
  • At tú hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan gerandisdag, við virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum, foreldrum og starvsfeløgunum.

Smílikullan
Smílikulluni er eitt frítíðarskúla tilboð til børn í Vága kommunu fyri børn úr 1. og 2. flokki. Vit hava trý verkstøð: Náttúru og evningsverkstað, hondarbeiðsverkstað og ítróttarverkstað. Á verkstøðunum verður dentur lagdur á, at tað einstaka barnið fær loyvi til, at menna sínar førleikar.

Smílikullan liggur nær við fjøruna, sandin, viðalundina og fótbóltsvøllin. Hetta gevur okkum ríkar møguleikar til nógvar spennandi avbjóðingar til børn og starvsfólk.

Ungdómshúsið er eitt tilboð til ungdómin í Vága kommunu fyri 5 flokk til 18 ár. Opið er mánakvøld, mikukvøld og leygarkvøld. Ungdómshúsið er eitt stað har ungdómur møtist, har vaksin eru tilstaðar og kveikja tey til ymiskt virksemi.

Meir fæst at vita um starvið við at venda sær til  leiðaran Hervør Heinesen tlf. 794540.

Um eingin námsfrøðingur søkir starvið, verður hjálparfólk sett ístaðin í eitt tíðaravmarka starv

Lønarviðurskifti
Lønin er sambært  sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og KAF.

Námsfrøðingurin  fylgir lønarstigunum frá 11 til 22 og hjálparfólk fylgja lønarstigunum frá 2 til 8.

Arbeiðstíðin er vanliga millum kl. 09.00 og kl. 17.00 í smílikulluni

Umsókn saman við prógvum, royndum og viðmælum, skal sendast til

Vága Kommunu

Hammershaimbsvegurí 1

360 Sandavágur

Viðmerk á brævbjálvan: “Umsókn”.

Ella við teldupost til: vaga@vaga.fo

Umsóknin skal vera okkum í hendi seinasta lagið fríggjadagin tann 13.12.2019  kl. 1200.

 

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á starv.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á starv.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.