Sjálvgreiðslan
Skriva út
Vága Kommuna
Lagt út: 21.10.19
Umsóknarfreist: 15.11.19

Vága kommuna søkir eftir leiðari til frítíðarskúlan og ungdómshúsið

Eitt fulltíðarstarv sum leiðari fyri Frítíðarskúlan og Ungdómshúsið í Vága kommunu er leyst at søkja til setan tann 1. januar 2020.

Frítíðarskúlin Smílikullan veitir frítíðartilboð til børn úr 1. og 2. flokki. Í løtuni ganga 40 børn í frítíðarskúla.

Ungdómshúsið er eitt tilboð til ungdóm í Vága kommunu í aldursbólkinum frá 5. flokki til 18 ár. Ungdómshúsið er opið 3 kvøld um vikuna.

Smílikullan og Ungdómshúsið eru skipað sum eitt arbeiðspláss í starvsfólkahøpi og starvsfólkini eru 9 í tali.

Í Vága kommunu hava leiðarar innan dagstovnaøkið fulla ábyrgd av fíggjarligu, fakligu og fyrisitingarligu viðurskiftunum á teirra stovnum.

Væntað verður, at leiðarar, innan teir karmar og undir teimum treytum, sum stovnurin virkar, skapa eitt mennandi umhvørvi fyri børn og starvsfólk. Somuleiðis verður væntað, at leiðarar hava gott samstarv og samskifti við foreldur, við leiðarabólk, við kommunalu umsitingina og við aðrar viðkomandi stovnar.

Leiðarar vísa til kommunustjóran, sum í samráð við dagstovnaleiðararnar leiðir og samskipar virksemið á dagstovnaøkinum.

Vit vænta at umsøkjari:

  • hevur prógv sum námsfrøðingur

  • hevur viðkomandi víðariútbúgving og/ella hollar royndir við starvsfólkaleiðslu

  • dugir væl at samskifta skrivliga og munnliga

  • hevur hollan telduførleika

  • er opin og fyrikomandi

  • hevur evni at eggja og ganga undan

  • er málsøkin og nýhugsandi

Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum við Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Leiðarastarvið í Frítíðarskúlanum og Ungdómshúsinum verður lønt á stigunum 25, 27, og 29. Starvið verður at seta 1. januar 2020 ella eftir nærri avtalu.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Jóannes N. Dalsgaard, kommunustjóra á tlf. 794408.

Umsókn saman við revsiváttan, prógvum, cv og øðrum viðkomandi skjølum skulu sendast til vaga@vaga.fo ella til Vága kommunu, Hammerhaimbsvegur 1, 360 Sandavágur.

Umsóknarfreistin er 15.11.2019. 

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á starv.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á starv.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.