Sjálvgreiðslan
Skriva út
Almannaverkið
Lagt út: 07.04.21
Umsóknarfreist: 28.04.21

Tvey starvsfólk til VaktÆtlanartoymið

Í sambandi við at Almannaverkið er í ferð við at skipa eitt nýtt toymi, sum skal hava dagligu umsitingina av vaktætlanarskipanini, VaktÆtlan, um hendi, verður við hesum lýst eftir tveimum starvsfólkum til vaktætlanartoymið.

Um VaktÆtlan  
VaktÆtlan er ein arbeiðsætlanarskipan, har vaktarskipanin hjá á leið 900 starvsfólkum í  Trivnaðardeplinum verður løgd til rættis og skrásett. Vaktætlanarskipanin er somuleiðis forskipan til lønarskipanina hjá Gjaldstovuni og er samkoyrd við hesari.

Vaktætlanarskipanin verður eisini nýtt til at fylgja við kostnaðinum av arbeiðsætlanunum og er tí týðandi partur av fíggjarstýringini í Trivnaðardeplinum.

Vaktætlanartoymið verður skipað í eini nýggjari eind á Fíggjardeildini í Almannaverkinum.

Um starvið
Talan er um fast starv, fulla tíð, at byrja skjótast til ber ella eftir nærri avtalu.

Arbeiðsstaðurin er í Tórshavn, og arbeitt verður vanliga mánadag til fríggjadag í dagtímunum.

Arbeiðsuppgávur
Tú skalt í tøttum samstarvi við leiðslurnar í Trivnaðardeplinum tryggja, at starvsfólkini í Almannaverkinum altíð hava eina dagførda arbeiðsætlan í vaktætlanarskipanini, soleiðis at starvsfólkini fáa røttu lønina til røttu tíðina.

Ein av høvuðsuppgávunum er dagliga at røkja og dagføra arbeiðsætlanina. Talan er tí um at hava um hendi dagligu umsitingina av vaktætlanarskipanini, t.v.s. at gera skrásetingar í arbeiðsætlanini, gera tær broytingar, ið regluliga koma fyri, hava eftirlit við sáttmálum, ráðgeva og vegleiða leiðslurnar. Harafturat skalt tú samskifta við leiðslur og starvsfólk í Almannaverkinum og við starvsfólk á Gjaldstovuni.

Útbúgving
Vit sóknast eftir fólki við viðkomandi útbúgving og hollum starvsroyndum við umsiting av VaktÆtlan.

Førleikar
Vit hugsa okkum, at tú skilir týdningin av samantvinningini av virkseminum á staðnum og VaktÆtlanini, og at tú kanst stuðla og menna hesa.

Tú skalt duga at skipa og skráseta vaktir viðvíkjandi skynsamasta og bíligasta rakstri við atliti at fakliga tørvinum á staðnum, umframt hava góð evni at arbeiða skipað, halda tíðarfreistir og vera røkin.

Neyðugt er at hava hollan kunnleika til sáttmálar og aðrar avtalur og reglur viðvíkjandi arbeiðstíð og løn. Eisini er neyðugt at hava ans fyri smálutunum, ið hava týdning fyri rættleikan av skrásetingini í vaktætlanarskipanini.

Tað er somuleiðis neyðugt, at tú dugir væl at orða teg bæði í skrift og talu, og at tað fellur tær lætt at læra frá tær, soleiðis at tey, sum brúka VaktÆtlan skilja, hvussu skipanin verður umsitin rætt. Tú hevur royndir við vanligum telduforritum, og hevur evni og áræði at seta teg inn í nýggjar skipanir. Tú ert opin og fyrikomandi, hevur góð samskiftisevni, og dugir at síggja virðið í eini góðari tænastu.

Vit kunnu bjóða
Vit kunnu bjóða eitt spennandi, avbjóðandi og fjølbroytt starv við møguleikum fyri bæði fakligari og persónligari menning í góðum arbeiðsumhvørvi. Vit leggja dent á at áhaldandi menna okkara førleikar. 

Setanar- og lønarviðurskifti
Setanarøkið er Almannaverkið við tænastu í løtuni á Fíggjardeildini í Fyrisitingini. Tann, ið settur verður, má tola broytingar í starvinum, og at hetta kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur.

Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið í flokki 4.

Umsókn
Tú søkir starvið við at trýsta á tann grøna knøttin “Søk starvið”.

Freist
Umsóknir, avrit av prógvi, viðmæli o.a. skulu vera Almannaverkinum í hendi í seinasta lagi 28. apríl 2021. Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til Mary J. í Garði, deildarleiðara, á tlf. 297012.

Í Almannaverkinum starvast umleið 1000 starvsfólk úr 15 ymiskum starvsbólkum. Vit eru um alt landið í fleiri enn 75 bygningum. Í Almannaverkinum vilja vit gera mun við at veita bestu og mest framkomnu sosialu tænastur. Allar tænasturnar hjá Almannaverkinum byggja tí á menniskja í síni heild. Fyri at møta borgarum, har teir eru og at veita eitt sakligt og fakligt tilboð, er neyðugt við umfatandi førleikum. Breiða fakliga umhvørvið og fjølbroyttu avbjóðingarnar í Almannaverkinum tryggja, at starvsfólk áhaldandi kunnu fylgja sínum dreymum. Tey kunnu finna nýggjar avbjóðingar og mennast víðari í ymsu virkisøkjunum. At arbeiða í Almannaverkinum snýr seg um menniskju – borgarar, avvarðandi og starvsfólk. Við ynskinum um at gera mun, kann yrkisleiðin setast saman upp á nærum óteljandi mátar.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna