Sjálvgreiðslan
Tórshavnar Kommuna
Lagt út: 10.07.19
Umsóknarfreist: 26.08.19

Tórshavnar kommuna søkir vegna Býlingshúsið undir Brúnni eftir námsfrøðingum.

LÝSING EFTIR NÁMSFRØÐINGUM

  • 1 námsfrøðingi í barsilsstarv fram til summari 2020, við møguleiki til fast starv
  • 1 námsfrøðing til eyka tímar, 25 - 30 tímar

Størvini eru til setan frá 5.august og ella eftir nærri avtalu. Um ongin námsfrøðingur søkur, hava hjálparfólk við royndum á økinum, framíhjárætt.  

HVØRJI ERU VIT?

Býlingshúsið undir Brúnni er ein integreraður stovnur við børnum í aldrinum 0-7 ár. Tvær vøggustovur eru uppiá og tvær barnagarðsstovur eru niðriundir. Stovurnar hava eitt tætt samstarv í dagligdegnum m.a. við sparring, aktivitetum, túrum og ymiskum verkstøðum í gjøgnum árið. Eisini hava vit eitt rørslu/al rúm við nógvum møguleikum.

Námsfrøðiliga arbeiða stovurnar í góðum, tøttum, nærløgdum relatiónum við børn og foreldur, so at børnini trívast og mennast í einum rúmligum umhvørvið, har spæli hevur stóran týdning.  Sí okkara virkisætlan á www.undirbrunni.fo  

Vit arbeiða fram ímóti at gerast ein meira grønur og burðarligur stovnur. Vit hava kompost kassa til matrestir hjá børnunum v.m., Vit hava ein “urtagarð” har vit planta ymiskt, og gera mat úr útkastinum.

Vit hava ein stóran og fjølbroyttan garð, við vallalendi og eini rennandi á í garðinum. Garðurin gevur barninum nógvar og góðar avbjóðingar bæði rørsluliga og náttúruliga. Børnini fáa tíð og frið til spæl, so tey kunnu undrast og “fordjúpa” seg.

Vit liggja í einum friðarligum økið og hava stutta leið út í fríðu náttúruna og vit hava gott bussamband til allan býin.

VIT VANTA AV TÆR AT TÙ:

  • ert blíð, fyrikomandi og hevur eitt gott yvirlit
  • hevur góð samstarvsevnir og kanst arbeiða sjálvstøðugt
  • ert við til at menna tað námsfrøðiliga arbeiði á stovninum
  • dugir at grunda/reflektera yvir egið arbeiði
  • ynskir at vera ein partur av einum dugnaligum starvsfólkatoymi
  • við tímum dugna og fleksibiliteti ert við til at stuðla undir okkara trivna, menning og samstarv fyri tí einkulta barninum, foreldrunum og starvsfelagum

Hettar so at ØLL bæði børn, foreldur og starvsfólk vera sædd, hoyrd og tikin í álvara.

VIT BJÓÐA TÆR EITT TÝDNINGSRMIKIÐ STARV:

  • har viðurkenning og góðar relatiónir er grundarlagið fyri trivna, menning og samstarv, fyri tí einkulta barninum, foreldrunum og starvsfelagum.
  • har relatiónsarbeiði, spæl og fordjúpilsi hjá barninum, hevur stóran týdning
  • har menningin av tí einstaka barninum, er ein týðandi partur í dagligdegnum
  • fjølbroyttar og spennandi avbjóðingar í dagligdegnum
  • har foreldrasamstarv hevur stóran týdning
  • har tú hevur møguleika at seta tín dám á arbeiði

SETANARVIÐURSKIFTI
Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

UMSÓKN
Umsókn saman við upplýsingum um útbúgving, viðmælum og royndum verður at senda til torshavn@torshavn.fo, ella til Tórshavnar Kommunu, Postboks 32, 110 Tórshavn, í seinasta lagi mánadagin 26.august 2019 kl.12.00.

MEIRA FÆST AT VITA
Um starvið, og stovnin, við at venda sær til Eyð Skúvadal, Stovnsleiðara, telefon 319180 ella 510490 og við at vitja heimasíðu okkara www.undirbrunni.fo 

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á starv.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á starv.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.