Sjálvgreiðslan
Skriva út
Nánd-Heimatænastan
Lagt út: 10.09.21
Umsóknarfreist: 23.09.21

Terapeutar til heimatænastuna Nánd

Nánd økir tað terapeutiska virksemi og tørvar okkum tí ein fysioterapeut og ein ergoterapeut afturat í okkara toymi. Toymið verður við til at seta egnan dám á verandi og framtíðar virksemi.

Vit sóknast eftir: 

  • einum fysioterapeuti í starvsbrøki 1,0 at byrja 1. november 2021 ella eftir nærri avtalu. Møguleiki er eisini at arbeiða lægri brøk eftir ynski.
  • einum ergoterapeuti í starvsbrøki 0,5 at byrja 1. november 2021 ella eftir nærri avtalu.

Toymið hevur í høvuðsheitum ábyrgdina av:

  • at kanna, greina og meta um virkisførleikar og í mun til hetta seta átøk í verk
  • at stuðla undir, at borgarar varðveita, menna ella endurvinna sínar virkisførleikar
  • at veita endurvenjing og viðlíkahaldsvenjing
  • at veita heilsufremjandi og sjúkufyribyrgjandi venjingar og onnur átøk fyri eldri borgarar
  • at undirvísa og vegleiða starvsfólkum , borgarum og avvarðandi
  • at menna tað terapeutiska økið

Førleikakrøv:

  • Prógv og autorisatión sum ávikavist fysio- og ergoterapeutur
  • Vilja og evnir at samstarva tvørfakligt 
  • Góð samskiftisevni og telduførleika á brúkarastøði

Lønar- og setanartreytir:
Lønar- og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmálum millum FMR og Fysioterapeutfelag Føroya/Ergoterapeutfelagið.

Umsókn saman við avrit av autorisatión, prógvi v.m. skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 23. september 2021.

Nærri kunning um størvini fáast við at venda sær til Nánd á telefon 730200 ella nand@eystur.fo


Nánd ynskir at stuðla undir lívsgóðsku, sjálvbjargni og heilsufremjan hjá borgarunum. 

Eysturkommuna og Fuglafjarðar kommuna hava skipa javnbjóðis samstarv, og dagliga umsitingin hjá Nánd er partur av umsitingini hjá Eysturkommunu. Samstarvið rekur trý heim, eitt dagtilhald fyri fólk við demenssjúku og eina deild, ið tekur sær av heima- og sjúkrarøkt og endurvenjing. Sí meira um Nánd, missión, visjón og virðir á www.eysturkommuna.fo

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna