Sjálvgreiðslan
Skriva út
Sernám
Lagt út: 10.09.21
Umsóknarfreist: 26.09.21

Taliráðgevar til Sernám

Søkt verður eftir tveimum taliráðgevum til barsilsfarloyvissstørv 30 tímar. Annað starvið er at seta 1. oktober 2021 ella skjótast eftir tað og til 30.juni 2022. Hitt starvið er at seta frá 1.desember 2021 og umleið eitt ár.

Arbeiðsøkið hjá Sernámi er um alt landið, og hesi størvini eru í løtuni knýtt til toymir, sum hava Tórshavn.

Høvuðsuppgávan í starvinum eru:

  • At veita ráðgeving og vegleiðing til starvsfólk og foreldur
  • At kanna og viðgera børn við talitrupulleikum í og undir skúlaaldur
  • At skipa fyri fyribyrgjandi tiltøkum innan talu og málmenning
  • At menna sernámsfrøðiliga virksemið í dagstovnum og skúlum

Arbeiðsøkið er stórt og fjølbroytt við nógvum samskifti við starvsfólk, leiðslur, avvarðandi og aðrar viðkomandi stovnar, og tí vænta vit, at umsøkjari:

  • Hevur førleika at arbeiða við sernámsfrøðiligum avbjóðingum
  • Er við í tvørfakligum samstarvi, innanhýsis og uttanhýsis
  • Er fúsur at royna nýggjar leiðir og tolir broytingar
  • Dugir væl at skapa álit
  • Dugir at arbeiða sjálvstøðugt, og hevur góð samstarvsevni
  • Trívist við at samstarva við skiftandi fakbólkar

Vit bjóða:

  • Eitt áhugavert og avbjóðandi starv við fjølbroyttum uppgávum
  • Eitt fakligt/tvørfakligt og sernámsfrøðiligt mennandi umhvørvi
  • Førleikamenning eftir umstøðum og tørvi

Førleikakrøv:
Útbúgving sum audiologopedur, lærari ella námsfrøðingur við eftirútbúgving innan logopedi ella samsvarandi.

Setanartreytir til starvið:
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Margreth Olsen, stjóra, á telefon 360 200 ella í teldubrævi til margreth@sernam.fo.

Umsóknarfreist:
Umsóknir við avriti av prógvum, CV og øðrum viðkomandi skjølum, skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi sunnudagin 26. september 2021 og skulu sendast til:

Sernám
á Frælsinum
Postboks 2036
FO-110 Tórshavn
ella sum teldubræv til sernam@sernam.fo

Sernám veitir sernámsfrøðiliga ráðgeving og vegleiðing, soleiðis at børn og ung (0-18 ár) kunnu styrkjast í menningini, sum umfatar sosiala, kropsliga, persónliga, málsliga og kognitiva menning.
Í løtuni er Sernám í eini broytingartilgongd, og tann, ið settur verður, má vera sinnaður at luttaka virkin í hesi tilgongd umframt tola broytingar í starvinum.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna