Sjálvgreiðslan
Skriva út
Vesturvón
Lagt út: 29.03.21
Umsóknarfreist: 01.05.21

Summarfuglar til Vesturvón

Vit sóknast eftir summarferiuavloysarum

Nú nærkast summari, og inniber hetta at vit leita eftir avloysarum. Okkum tørva sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar, heilsuhjálparar og ófaklærd til tey ymisku størvini.

 

Vesturvón veitur tænastu til búfólk inni á heiminum á Sýnini eins og heimabúgvandi borgarar.

Arbeitt verður í skiftandi vaktum og vikuskiftum. Tó, so eru eisini starvsfólk sum bara eru til arbeiðis í dagtímum, tað er vaskarí, reingerð, dagtilboð og skrivstovan.

 

Okkara fremsta mál er at veita eina dygdargóða samskipaða heildartænastu.

 

Tænastan verður veitt í samráð við hin einstaka í mun til tørv, førleikar og sjálvsavgerðarrætt.

 

Førleikakrøv
Til størvini krevst útbúgving og/ella royndir svarandi til fakbólkarnar, ið lýst verður eftir.

 

Ert tú í fer við at taka eina heilsufakliga ella aðra viðkomandi útbúgving, frætta vit eisini fegin frá tær.

 

Til avloysararnar sum sjúkrarøktarfrøðingur og heilsurøktari krevst, umframt útbúgving, eisini autorisatión.

 

Vit vóna at hetta hevur fangað tín áhuga, og gleða vit okkum at frætta frá tær.

 

Vit bjóða eitt spennandi starv, við góðari upplæring og dugnaligum starvsfeløgum.

 

Lønar og setanartreytir
Løn og setanartreytir eru sambært sáttmálum millum KAF/FMR og avvarðandi fakfeløg.

 

Freist
Freistin at lata inn umsókn er sunnudagin 1. mai 2021 kl.12.00

 

Er tú áhugað/ur og ynskir at vita meir, er tú vælkomin at ringja til okkara á tlf. 793200 millum kl.9.00 og 15.00.

 

Vesturvón – Kálvalíðvegur 2 – 370 Miðvágur – Tlf. 793200 – vesturvon@vesturvon.fo

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna