Sjálvgreiðslan
Skriva út
Almannaverkið
Lagt út: 27.04.21
Umsóknarfreist: 16.05.21

Summarfuglar til Endurvenjing og Hjálpartól

Ert tú útbúgvin ella undir útbúgving sum ergo- ella fysioterapeutur, og hevur tú hug at royna eitt summarstarv í Endurvenjing ella Hjálpartól í Almannaverkinum?

Uppgávur
Almannaverkið søkir ergoterapeutar og fysioterapeutar, sum skulu taka sær av uppgávum innan fakøkini í breiðastu merking, so sum at vera partur av venjingartilboðunum í Endurvenjingini og at gera  tørvsmetingar og tilmæli um hjálpartól og annars taka lut í uppgávum innan hjálpartól. Uppgávurnar krevja sum heild eitt sindur av upplæring. 

Høvuðsuppgávan í deildini Endurvenjing er at veita endurvenjing til borgarar í arbeiðsførum aldri, har tað við venjing ber til, heilt ella partvíst, at endurvinna sama førleika sum frammanundan, soleiðis at borgarin fær eitt so virkið og sjálvstøðugt arbeiðs- og heimalív sum gjørligt.

Fremsta uppgávan hjá deildini Hjálpartól er at veita røttu tólini og røttu loysnirnar til heimabúgvandi, sum hava varandi tørv á hjálpartólum fyri at liva eitt betri og meira sjálvbjargið lív.

Førleikar
Útbúgving sum ergo- ella fysioterapeut ella hevur staðið 4. semestur í aðrari av hesum útbúgvingum. Arbeiðsroyndir á økinum verða mettar sum ein fyrimunur.

Vit vænta
Vit leita eftir umsøkjarum, sum duga at seta seg inn í ta mangan torføru støðu, sum umsøkjarar og familjur teirra eru í. Vit hava tørv á fólki, sum eru áhugað, uppsøkjandi, síggja heildir, finna loysnir, eru arbeiðssom, tænastusinnað, og sum hóska væl til okkara toymið, bæði fakliga og persónliga.

Vit vænta, at tú hevur eina jaliga menniskjafatan, og at tú fært borgaran at kenna seg virdan, hoyrdan og sæddan. Vit vænta eisini, at tú ert við til at menna borgaran við atliti at avbjóðingunum, borgarin hevur.

Dentur verður lagdur á gott samstarv og áræði. Vit ynskja okkum tolnar, fyrikomandi og hjálpsamar starvsfelagar, sum trívast í einum umskiftandi arbeiðsdegi. Tú hevur vanligar kt-førleikar og koyrikort.

Vit kunnu bjóða
Vit kunnu bjóða tær at gerast partur av einum tvørfakligum starvsfólkahópi, har tú fært brúkt tínar fakligu førleikar. Vit bjóða felags innleiðslu saman við øðrum summarferiuavloysarum, har vit greiða frá, hvat tað merkir at starvast í Almannaverkinum.

Starvsstaðurin fyri Hjálpartól er í Tórshavn, og starvsstaðurin fyri Endurvenjingina er í Tórshavn og/ella Runavík. Møguleiki er fyri, at arbeiðið verður skipað á báðum deildum.

Starvstíðin
Tørvur er á summarferiuavloysarum í tíðarskeiðnum frá 1. juni til 31. august 2021. Størvini eru 35 tímar um vikuna ella eftir avtalu. Arbeitt verður vanliga í dagtímunum mánadag til fríggjadag. Tú ert eisini vælkomin at søkja, hóast tú ikki ert tøk/-ur alt tíðarskeiðið.

Setanar - og lønarviðurskifti  
Setanarøkið er Almannaverkið. Løn sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Ergoterapeutfelagið ella Fysioterapeutfelag Føroya.

Umsókn
Tú søkir starvið við at klikkja á tann grøna knøttin "Søk starvið", og síðan við at útfylla umsóknarblaðið og viðhefta umsókn, CV og møgulig prógv.  

Freist
Send tína umsókn sum skjótast, soleiðis at vit fáa skipa arbeiðið í summar best møguligt. Seinasta freist at søkja er 16. mai 2021 kl. 23.

Fleiri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til Guðrið Jensen, deildarleiðara á Endurvenjing, á tlf. 387307 ella Sigrun Mikkelsen, deildarleiðara, á Hjálpartól á tlf. 358316.
_________________________________________________________________________________________________________________________

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna