Sjálvgreiðslan
Skriva út
Tórshavnar Kommuna
Lagt út: 16.04.20
Umsóknarfreist: 15.06.20

Summarfrítíðaravloysarar til Heilsu- og umsorganartænastuna

Hevur tú áhuga fyri heilsu- og umsorgan, so er summarið eitt gott høvi at royna teg á eldraøkinum.

Vit søkja avloysarar, við áhuga og hegni at skapa ein góðan gerandisdag hjá teimum eldru.

Heilsu- og umsorganartænastan er skipað í trimum eindum – Heilsuhúsið og tvær eindir við búplássum umframt umlættingar- og samdøgurðsrehabiliteringsplássum. Søkt verður eftir avloysarum til øll økini í tíðarskeiðinum 1. juni til 31. august 2020.

Tekur tú heilsufakliga útbúgving ella umhugsar tú tað, frætta vit fegin frá tær.

RØKTARSTARVSFÓLK
Okkum tørvar sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar, heilsuhjálparar og hjálparfólk til:

Heilsuhúsið:
Heimatænastan, heimasjúkrarøktarfrøðingar, dagtilboð fyri dement, Umlættingarheimið og Sambýlið í Kollafirði.

Búeindirnar:

Boðanesheimið, Tjarnargarð, Lágargarð, Ellisheimið, Vallalíð, Sambýlið oman Hoydalar og Sambýlið Oman Mattalág.

Arbeiðið fevnir um heilsufremjan, fyribyrging og røkt og rehabilitering. Arbeitt verður í skiftandi vaktum og í vikuskiftum.

STARVSFÓLK REINGERÐ OG VASKARÍ
Til heimini verður søkt eftir fólki at gera reint á búeindunum og eftir fólki til vaskaríið á Boðanesheiminum, Lágargarði og á Ellisheiminum. Arbeiðið er í dagtímunum gerandisdagar.

STARVSFÓLK TIL KØKIN
Til køkarnar á Lágargarði, Boðanesheiminum, Tjarnargarði og á Ellisheiminum verður søkt eftir køksrøktarstarvsfólki. Arbeiðið er í dagtímunum gerandisdagar og í vikuskiftunum.

Lønar-og setanartreytir eru sambært sáttmála við KAF / Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.

Um tú ynskir at vita nærri um størvini, ert tú vælkomin at at seta teg í samband Maiken Olsen á telefon 224160, maikeno@torshavn.fo ella við at venda tær til Heilsu- og umsorganartænastuna, telefon 302000 ella t-post heilsuhusid@torshavn.fo

UMSÓKN
Umsóknin, merkt „Summarfrítíðaravloysari røkt“, „Summarfrítíðaravloysari reingerð“ ella „Summarfrítíðaravloysari køkur“ skal sendast til torshavn@torshavn.fo

Viðheft avrit av prógvum v.m., og um tú ynskir at arbeiða á ávísa búeind / stað, verður tað at tilskila í umsóknini.

Umsóknirnar verða viðgjørdar so hvørt vit móttaka tær, og tú frættir frá okkum innan stutta tíð.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.