Sjálvgreiðslan
Skriva út
Runavíkar Kommunuskúli
Lagt út: 15.05.20
Umsóknarfreist: 29.05.20

Stuðulsstørv til Brúnna, forskúlin í Runavíkar kommunu

Søkt verður eftir 2 námsfrøðiligum stuðlum til forskúlan, Brúgvin, skúlaárið 2020/2021.
• Størvini eru ímillum 790 árstímar (lønarbrot 0,45) og 950 árstímar (lønarbrot 0,54). Endaliga tímatalið verður ásett seinni.
Hesi eru tíðaravmarkað størv skúlaárið 2020/21. Arbeiðsuppgávurnar eru at stuðla næmingum við serligum tørvi.

Søkt verður eftir starvsfólki, sum:
• undir ábyrgd leiðslunnar taka lut í dagliga arbeiði skúlans
• áhaldandi vilja menna seg sjálvan og skúlan
• duga væl at samstarva og samskifta
• eru fús og hugað fyri toymisarbeiði

Fyrimunur er, um umsøkjarin er námsfrøðingur og/ella hevur royndir sum námsfrøðiligur stuðul.

Lønar- og setanartreytir.
Tey, ið sett verða, eiga at tola broytingar starvinum viðvíkjandi. Námsfrøðiligu stuðulsstørvini í forskúlanum eru sáttmálasett størv sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Námsfrøðingar eru løntir í lønarflokki 11-21 og hjálparfólk í 3-8.

Umsóknir
Umsóknir við avriti av prógvum, c.v. og møguligum ummælum skulu verða skúlanum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 29. mai 2020 kl. 12.00
Meira fæst at vita um størvini í forskúlanum við at seta seg í samband við
Hans Michael í Mittúni, varaskúlastjóra á tel. 237133.
_____________________________________________________________________
Runavíkar kommunuskúli hevur komandi skúlaár uml. 450 næmingar, av hesum eru 45 í forskúlanum og um 58 starvsfólk.
Tú kanst lesa meira um okkum á heimasíðuni www.rks.fo

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.