Sjálvgreiðslan
Skriva út
Skúlin í Eysturkommunu
Lagt út: 20.05.20
Umsóknarfreist: 05.06.20

Stuðulsstørv í Skúlanum í Eysturkommunu

Námsfrøðilig stuðulsstørv lýst leys at søkja frá 1. august 2020:  

Søkt verður eftir: 

  • 1 námsfrøðingi í fast starv frá 1. august 2020 við setanarbroti 0,7.
  • 1 námsfrøðingi í fast starv frá 1. august 2020 við setanarbroti 0,55. Starvið kann møguliga leggjast saman við tíðaravmarkaðum starvi í Frítíðarheiminum.
  • 1 námsfrøðingi í tíðaravmarkað starv skúlaárið 2020-2021 við setanarbroti 0,47. Starvið kann møguliga leggjast saman við starvi í Frítíðarheiminum.
  • 1 námsfrøðingi í tíðaravmarkað starv skúlaárið 2020-2021 við setanarbroti 0,47.

Endaligt tímatal verður ásett av næmingatalinum 1. september. 

Stuðlarnir verða knýttir at næmingum við serligum tørvi í grunddeildini, sum er í Leirvík, og miðdeildini, sum er í Gøtu. Skúlanum tørvar stuðlar, ið eru arbeiðshugaðir, nærlagdir, samstarvshugaðir, taka ábyrgd og síggja møguleikar. Tey, ið sett verða í stuðulsstørvini, skulu hava námsfrøðiliga útbúgving ella royndir sum stuðul. Um eingin námsfrøðingur søkir, verða størvini skipað sum hjálparfólkastørv.  Starvsøkið er Sernám og stovnar undir tí. Tey, ið sett verða, eiga at tola broytingar í starvinum í setanartíðarskeiðinum. Arbeiðstíðin er frá kl. 07.50 og til næmingarnir fáa frí, umframt fundir o.a., sum kunnu liggja seinni á degnum. 

Lønar-  og setanartreytir: 
Størvini verða lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag. Námsfrøðingar verða løntir í lønarflokki 11-22 . Hjálparfólk verða lønt í lønarflokki 3-9. 

Umsóknir: 
Umsóknir við c.v., avriti av prógvum og møguligum viðmælum skulu sendast við telduposti til sey@skulin.fo.  

Umsóknarfreist: 5. juni 2020 kl. 12.00.  
Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til Atla F. Johansen, skúlastjóra, á telefon 730070. Skúlin í Eysturkommunu er: í Leirvík: innskúling, 0. – 3. flokkur, og í Gøtu: miðdeild, 4. – 7. flokkur. Skúlin hevur eisini serstovur.  Í skúlanum eru áleið 240 næmingar við forskúla, 23 lærarar, 2 námsfrøðingar og 4 námsfrøðiligir stuðlar.  

Tú kanst lesa meira um skúlan á heimasíðuni www.skeyk.fo 

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.