Sjálvgreiðslan
Skriva út
Runavíkar Kommunuskúli
Lagt út: 15.05.20
Umsóknarfreist: 29.05.20

Stuðulsstørv í Runavíkar kommunuskúla

Søkt verður eftir 5 námsfrøðiligum stuðlum til skúlaárið 2020/2021.
• 3 føst størv frá 1. august 2020 í skúlanum á 880 árstímar (lønarbrot 0,5). Arbeiðsuppgávurnar eru at stuðla næmingum við serligum tørvi í flokkunum.
• 1 fast starv frá 1. august 2020 í sertoyminum á 1.320 árstímar (lønarbrot 0,75). Arbeiðsuppgávurnar eru at stuðla næmingum við serligum tørvi.
• 1 tíðaravmarkað starv skúlaárið 2020/21 í sertoyminum á 1.320 árstímar (lønarbrot 0,75). Arbeiðsuppgávurnar eru at stuðla næmingum við serligum tørvi.

Søkt verður eftir starvsfólki, sum:
• undir ábyrgd leiðslunnar taka lut í dagliga arbeiði skúlans
• áhaldandi vilja menna seg sjálvan og skúlan
• duga væl at samstarva og samskifta
• eru fús og hugað fyri toymisarbeiði
• eru rúmlig og hava ein jaligan hugburð mótvegin næmingunum

Fyrimunur er, um umsøkjarin er námsfrøðingur og/ella hevur royndir sum námsfrøðiligur stuðul.

Lønar- og setanartreytir.
Setanarøkið eru skúlarnir, sum hoyra til Runavíkar kommunuskúla. Tey, ið sett verða, eiga at tola broytingar starvinum viðvíkjandi.
Námsfrøðiligu stuðulsstørvini eru sáttmálasett størv sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið.  Námsfrøðingarnir eru løntir í lønarflokki 11-22. Hjálparfólkini eru lønt í lønarflokki 3-9.
Arbeiðstíðin er millum kl. 7.50 – 15.10.

Umsóknir
Umsóknir við avriti av prógvum, c.v. og møguligum ummælum skulu verða skúlanum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 29. mai 2020 kl. 12.00
Meira fæst at vita um størvini við at seta seg í samband við Duritu P. Joensen, skúlastjóra á tlf. 477332 & 217331.
_____________________________________________________________________
Runavíkar kommunuskúli hevur komandi skúlaár uml. 450 næmingar, av hesum eru 45 í forskúlanum og um 58 starvsfólk.
Tú kanst lesa meira um okkum á heimasíðuni www.rks.fo

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.