Sjálvgreiðslan
Skriva út
Sunda Kommuna
Lagt út: 05.11.19
Umsóknarfreist: 20.11.19

Stuðulsstarv í Skúlanum við Streymin

Skúlin við Streymin søkir eftir fakliga dugnaligum og samstarvssinnaðum Námsfrøðingi ella námsfrøðiligum stuðli, at byrja skjótast gjørligt.

Stuðulsstarv verður lýst leys at seta frá 20. november 2019 og skúlaárið út til serflokkin:
• 1 tíðaravmarkað námsfrøðilig starv á 15 tímar um vikuna.

Søkt verður eftir Námsfrøðingi ella námsfrøðiligum stuðli, sum:
• dugir at samstarva
• er fyrikomandi
• sýnur jaligan hugburð mótvegis næmingunum
• torir at ganga nýggjar leiðir í undirvísingini í einum nýliga samanløgdum skúla
• hevur áræði til at taka ábyrgd
• brenna fyri serøkinum

Lønar- og setanartreytir:
Námsfrøðiliga starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Pedagogfelagið.

Umsóknir:
Umsóknir við CV, avritum av prógvum og møguligum ummælum skulu verða skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi 20. november 2019 kl. 12.00.

Umsóknir kunnu sendast við teldupost til: svs@svs.fo

Nærri kunning um størvini fæst við venda sær til Sonni Djurhuus, skúlastjóra, á tlf. nr. 212084, ella Asbjørn Berthelsen leiðara í serflokkinum ella at senda teldupost til sonni.oli.djurhuus@skulin.fo

Í hesum skúlaárinum ganga 207 næmingar í 1. – 10. flokki í Skúlanum við Streymin.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á starv.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á starv.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.