Sjálvgreiðslan
Skriva út
Eysturkommuna
Lagt út: 05.11.20
Umsóknarfreist:

Stuðulsstarv í Skúlanum í Eysturkommunu

Námsfrøðiligt stuðulsstarv lýst leyst at søkja frá 1. des. 2020 ella skjótast gjørligt og skúlaárið út.

Søkt verður eftir:  

  • 1 námsfrøðingi í tíðaravmarkað starv skúlaárið 2020-2021 við setanarbroti 0,47.

Stuðulin verður knýttur at næmingum við serligum tørvi í miðdeildini, sum er í Gøtu.  

Skúlanum tørvar ein stuðul, ið eru arbeiðshugaður, nærlagdur, samstarvshugaður, tekur ábyrgd og sær møguleikar.  

Tann, ið settur verður í stuðulsstarvið, skal hava námsfrøðiliga útbúgving ella royndir sum stuðul. Um eingin námsfrøðingur søkir, verður starvið skipað sum hjálparfólkastarv.  

Starvsøkið er Sernám og stovnar undir tí. Tann, ið settur verður, eigur at tola broytingar í starvinum í setanartíðarskeiðinum.  

Arbeiðstíðin er frá kl. 08.00 og til næmingarnir fáa frí, umframt fundir o.a., sum kunnu liggja seinni á degnum.  

Lønar-  og setanartreytir:  
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag. Námsfrøðingar verða løntir í lønarflokki 11-22 . Hjálparfólk verða lønt í lønarflokki 3-9.  

Umsóknir:  
Umsóknir við c.v., avriti av prógvum og møguligum viðmælum skulu sendast við telduposti til sey@skulin.fo.   

Umsóknarfreist: 19. nov 2020 kl. 12.00
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Atla F. Johansen, skúlastjóra, á telefon 730070.   

Skúlin í Eysturkommunu er: í Leirvík: innskúling, 0. – 3. flokkur, og í Gøtu: miðdeild, 4. – 7. flokkur. Skúlin hevur eisini serstovur.   

Í skúlanum eru áleið 270 næmingar við forskúla, 23 lærarar, 2 námsfrøðingar og 4 námsfrøðiligir stuðlar.   

Tú kanst lesa meira um skúlan á heimasíðuni www.skeyk.fo  

  

  

 

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna