Sjálvgreiðslan
Skriva út
Vestmanna Kommuna
Lagt út: 12.05.20
Umsóknarfreist: 26.05.20

Stuðul til Gjáarlon

Stuðul til Gjáarlon
Søkt verður eftir námsfrøðingi ella hjálparfólki sum stuðul til barn við Downs syndromi. Starvið er tíðaravmarkað og fyri námsfrøðing, sum fer í barnsburðarfarloyvi. Starvið verður sett skjótast til ber, og setanin endar væntandi, tá ið summarfrítíðin 2021 byrjar. Arbeiðstíðin er 30 tímar um vikuna – broytingar í arbeiðstíðini kunnu tó henda.

Í tí dagliga arbeiðinum leggja vit dent á:

  • trivnaðin hjá børnum og starvsfólkum
  • at skapa álit og tryggleika fyri børn og foreldur
  • at vit eru ein grønur stovnur

Vit ynskja:

  • at tú ynskir at arbeiða við børnum við menningartarni,
  • at tú hevur áhuga fyri at læra teg og barnið tekn-til-talu,
  • at tú hevur áhuga fyri at læra teg, og arbeiða eftir Karlstad-modellinum,
  • at tú við virðing og umsorgan fyri barninum hevur áræði at geva tí avbjóðingar í gerandisdegnum,
  • at tú kanst taka ábyrgd og virka í góðum samstarvi við starvsfelagar og foreldur
  • at tú hevur førleika at arbeiða sjálvstøðugt
  • at tú ert ágrýtin, jalig/-ur og nýhugsandi
  • at tú ert við til at menna tað námsfrøðiliga arbeiðið

Lønarviðurskifti
Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Setanarøkið er dagstovnaøkið í Vestmanna Kommunu, sum er umfatað av stovnunum  Gjáarlon, Látipípuni og Frítíðarstovuni.

Meira fæst at vita
Um starvið við at venda sær til Morið A. O. Gardy, leiðara, á tlf. 770 134.

Skrivlig umsókn
Við avritum av prógvum og viðmælum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi týsdagin 26. mai 2020 kl. 12 og sendast til:

Vestmanna Kommunu

Bakkavegur 8

Postboks 91

355  Vestmanna
ella til vestmanna@vestmanna.fo

Dagstovnaøkið í Vestmanna Kommunu er umfatað av stovnunum Gjáarlon, Látipípuni og Frítíðarstovuni.

Stovnarnir eru grønir stovnar, har ið dentur verður lagdur á at fara væl um umhvørvið – inni sum úti. Stovnarnir hava góðar umstøður – bæði innan- og uttandura.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.