Sjálvgreiðslan
Skriva út
Nánd-Heimatænastan
Lagt út: 05.02.20
Umsóknarfreist: 21.02.20

Starvslýsing til eldrasambýlið Vesturstova

Søkt verður eftir heilsurøktara/heilsuhjálpara til eldrasambýlið Vesturstova í Fuglafirði

Dámar tær væl at arbeiða við eldri fólkum, og fyri at skapa teimum góðan og virknan gerandisdag, so er tað møguliga tær, vit leita eftir.

Talan er um starv á 30 t/viku, at arbeiða í skiftandi vaktum. Starvið er at byrja 1.apríl  2020.

Krøv til førleika

  • Útbúgving sum heilsurøktari / heilsuhjálpari.
  • Góð samstarvsevni.
  • Góð evni at samskifta í skrift og talu.
  • Áhuga í at arbeiða við eldri borgarum.
  • Evni og áhuga at arbeiða innan heilsustimbran, fyribyrgjan og endurvenjing.
  • Dugir at eygleiða og laga virksemið til tørvin hjá borgarum í samstarvi við borgaran.
  • Sær týdningin av fyribyrgjandi tænastum. 

Vit kunnu bjóða tær

  • Eitt framtakshugað arbeiðspláss, góðar arbeiðsumstøður og fjølbroyttar avbjóðingar.
  • Gott samstarv við onnur fakfólk.

Áhugað, ið ynskja at vita meira um starvið, kunnu venda sær til Elsebeth Viðoy Simonsen, deildarleiðara á tlf. 73 02 32.

Umsóknarfreist
Umsóknir skulu verða okkum í hendi, áðrenn fríggjadagin 21.febr 2020 á middegi.

Umsóknir við avriti av prógvi og viðmælum skulu sendast til nand@eystur.fo  ella til:

Nánd
Oyran 2
512 Norðragøta.

 

 

 

 

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.