Sjálvgreiðslan
Skriva út
Norðoya Bú- og Heimatænasta
Lagt út: 14.01.20
Umsóknarfreist: 29.01.20

Starvsfólk við heilsufakligari útbúgving til Búðatrøð

Vit sóknast eftir
Í sambandi við at virksemið á Búðatrøð verður víðkað til at hava opið allar gerandisdagar og leygardagar, verður søkt eftir starvsfólki við heilsufakligari útbúgving og áhuga fyri demensøkinum til Búðatrøð skjótast til ber. Starvsbrøkurin er 0,54 við møguleika fyri hægri brøki seinni á árinum.

Frá hálvum oktober 2020 verður eisini opið á Búðatrøð um kvøldið og tí kann væntast, at arbeiðstíðin verður broytt til eisini at fevna um arbeiði á kvøldi.

Búðatrøð er dagtilhald fyri heimabúgvandi fólkapensjónistar í Norðoyggjum, ið hava fingið eina demenssjúku. Nærri kunning um virksemið í Búðatrøð sæst her: https://nbh.fo/taenastur/dagtilhaldid-budatroed/.

Førleikakrøv og karmar
Til starvið krevst heilsufaklig útbúgving. Somuleiðis kunnu útbúgving og royndir innan demensøkið vera ein fyrimunur.

Í NBH leggja vit stóran dent á høgt fakligt støði, men av tí at persónligir eginleikar viga sera tungt í hesum starvi, tilskila vit okkum rætt til at javnseta persónligar eginleikar við fakligar førleikar.

Endamálið við virkseminum í Búðatrøð er at stuðla undir ein skipaðan, innihaldsríkan gerandisdag, ið er merktur av lívsgleði og trivnaði, hóast sjúku, og at styrkja sjálvsavgerðarrættin við støði í førleikum hins einstaka. Vit vænta tí, at tú hevur hugflog og megnar at leggja til rættis virksemi, ið gevur meining fyri tann einstaka og harvið kveikja ein lívsjáttandi gerandisdag.

Í hesum starvinum er neyðugt, at tú ert fleksibul, sýnir tol, dugir at síggja ymiskar og skiftandi tørvir og at handla í mun til hesar í tøttum samstarvi við starvsfólkini í Búðatrøð. Tí eru góð evni at samskifta, samskapa og leggja til rættis týðandi eginleikar.

Vit kunnu bjóða tær eitt spennandi og avbjóðandi starv, góðar umstøður, dugnaligar starvsfelagar og dygga innleiðslu til starvið.

Høvuðsuppgávan hjá starvsfólkunum í Norðoya Bú- og Heimatænastu, NBH, tekur støði í visjónini, sum er soljóðandi:

  • NBH strembar eftir at skapa fjøltáttaðar møguleikar fyri nærveru, eldru borgarum, avvarðandi og starvsfólkum at gagni.
  • NBH vil raðfesta fleksibilitet og samskapan í teimum loysnum, ið framyvir skulu finnast á eldraøkinum.
  • Fyritreytin er eitt hugvekjandi øki, sum er grundað á álit, høgt fakligt støði og virðing.

Lønar- og setanartreytir
Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið, Kommunala Arbeiðsgevarafelag og avvarðandi yrkisfelag.

Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Anniku Vágsheyg, deildarleiðara, á tel. +298 793450 ella við tposti til annikav@nbh.fo.

Skrivlig umsókn, við avritum av autorisatión, prógvum v.m., verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, Postsmoga 2, FO-710 Klaksvík.

Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi á middegi mikudagin 29. januar 2020.

 

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á starv.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á starv.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.