Sjálvgreiðslan
Skriva út
Almannaverkið
Lagt út: 08.11.19
Umsóknarfreist: 22.11.19

Starvsfólk til Verkhúsið Virkni í Tórshavn

https://candidate.hr-manager.net/ApplicationInit.aspx?cid=1899&ProjectId=143702&DepartmentId=18977&MediaId=4615

 

Verkhúsið Virkni er eitt virknishús, har vit, í einum vælskipaðum námsfrøðiligum umhvørvi, virka fyri, at borgarin fær ein mennandi og fjølbroyttan gerandisdag við innihaldsríkum tilboðumVerkhúsið Virkni er fyri vaksin fólk, sum hava kropsligt og sálarligt menningartarn. Talan er um fólk, sum hava stóran tørv á stuðli og hjálp í gerandisdegnum.

Um starvið
Eitt fast starv 32 tímar um vikuna at byrja 01.01.2020, ella eftir nærri avtalu. Arbeitt verður gerandisdagar í dagtímunum.

Førleikar
Søkt verður fólki við námsfrøðiligari útbúgving, ergoterapeuti, heilsurøktara ella fólki við námsfrøðiligum royndum. Um ongin við viðkomandi útbúgving ella royndum søkir, kann starvið verða sett við hjálparfólki.

Arbeiðsuppgávur
Arbeiðsuppgávurnar eru nógvar og fjølbroyttar, og er millum annað at virka fyri, at borgarin fær ein mennandi og fjølbroyttan gerandisdag við innihaldsríkum tilboðum. Uppgávan er eisini at skjalfesta eygleiðingar, gera málsetningar og at eftirmeta hesar í tøttum samstarvi við samstarvsfelagar. Javnvirðið er ein sjálvsagdur partur av gerandisdegnum.

Arbeitt verður miðvíst eftir ávisum námsfrøðiligum leisti, har m.a. board maker, sansastimbran, gentle teaching og  námsfrøðilig  massaga  er týðandi partur av arbeiðinum. Arbeitt verður eisini við framleiðslu, ið stuðlar undir námsfrøðiligu tiltøkini.

Væntanir til umsøkjara
Vit hava tørv á eldhugaðum starvsfólki, sum kann arbeiða sjálvstøðugt, sum er tolin, dugir at læra frá sær og finna uppgávur, ið menna borgaran. Somuleiðis vænta vit at umsøkjarin er fakliga, sálarliga, likamliga og handaliga væl fyri og hevur KT-førleika á brúkarastøði.

Tørvur er á starvsfólki, sum strembar eftir fakligari vitan og menning, og  sum hevur áhuga í at arbeiða í námsfrøðiligum umhvørvi, har støði verður tikið  í førleikum og menning hjá hvørjum borgara sær.

Um Verkhúsið Virkni og Eind 9 í Trivnaðardeplinum
Verkhúsið Virkni er skipað í Trivnaðardeplinum Eind 9, sum veitir virknistænastur til borgarar við menningartarni, autismu og fjølbreki. Tænastan er fyri borgarar, ið ikki kunnu røkja arbeiði á arbeiðsmarknaðinum undir vanligum treytum. Á Virkni  starvast 14  fólk við ymiskari fakligari bakgrund, og har koma 32 borgarar.

Setanar- og lønarviðurskifti
Setanarøkið er Almannaverkið og er í løtuni í Trivnaðardeplinum, Eind 9. Starvsfólk mugu tola broytingar í starvinum, og at hetta kann vera umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur. Løn sambært sáttmála millum Fíggjamálaráðið og ávíkavist Føroya Pedagogfelag, Ergoterapeutfelagið og Heilsurøktarafelagið.

Umsókn
Tú søkir starvið við at trýsta á tann grøna knøttin "Søk starvið".

Freist
Umsóknir skulu vera Almannaverkinum í hendi í seinasta lagi 22.11.2019 kl. 23.00.

Nærri upplýsingar um starvi fæst við at venda sær til Súsonnu Hovgaard Clementsen, leiðara á Virkni tlf. 29 74 35, ella Elisabeth Henriksen, eindarleiðara tlf. 29 74 32.

Í Almannaverkinum starvast umleið 1000 starvsfólk úr 15 ymiskum starvsbólkum. Vit eru um alt landið í fleiri enn 65 bygningum. Í Almannaverkinum vilja vit gera mun við at veita bestu og mest framkomnu sosialu tænastur. Allar tænasturnar hjá Almannaverkinum byggja tí á menniskja í síni heild. Fyri at møta borgarum har teir eru og at veita eitt sakligt og fakligt tilboð, er neyðugt við umfatandi førleikum. Breiða fakliga umhvørvið og fjølbroyttu avbjóðingarnar í Almannaverkinum tryggja, at starvsfólk áhaldandi kunnu fylgja sínum dreymum. Tey kunnu finna nýggjar avbjóðingar og mennast víðari í ymsu virkisøkjunum. At arbeiða í Almannaverkinum snýr seg um menniskju – borgarar, avvarðandi og starvsfólk. Við ynskinum um at gera mun, kann yrkisleiðin setast saman uppá nærum óteljandi mátar.
Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á starv.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á starv.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.