Sjálvgreiðslan
Skriva út
Nánd-Heimatænastan
Lagt út: 06.10.21
Umsóknarfreist: 25.10.21

Starvsfólk til útiøkið í Heimatænastuni Nánd

Vit sóknast eftir røkarstarvsfólki til útiøkið hjá Heimatænastuni Nánd.

Dámar tær væl at arbeiða við eldri fólki og skapa ein góðan og virknan gerandisdag, er tað møguliga tær vit leita eftir.

Talan er um eitt fast starv, í miðal 25 tímar um vikuna, í dag og kvøldvaktum, tó flest dagvaktir, umframt annaðhvørt vikuskiftið.

Starvi snýr seg í høvuðsheitinum um at veita heimabúgvandi eldri borgarum røkt.

Dentur verður lagdur á, at tú hevur: 

  • Førleika, hegni og áhuga í at veita eldri borgarum stuðul og hjálp at megna sín dagligdag.
  • Evni og áhuga í at arbeiða innan heilsustimbran og fyribyrgjan.
  • Góð at samstarva
  • Tað er fyrimunur , um tú hevur útbúgving sum heilsurøktari ella heilsuhjálpari, men er ikki eitt krav.

Vit kunnu bjóða 

  • Eitt spennandi, fjølbroytt og gott arbeiðspláss
  • Góðar arbeiðaumstøður
  • Gott samstarv við onnur og aðrar fakbólkar

Setan og løn
Starvið verður sett sambært sáttmála við avvarðandi fakfelag. Um tú ynskir fleiri upplýsingar, ert tú vælkomin at ringja til Annu Jacobsen, virkandi deildarleiðari á Miðstøðini á tlf. 730212.

Umsóknir
Umsóknir við prógvum, CV og øðrum, skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 25. okt. 2021. Umsóknirnar skulu sendast til: Nánd – Oyran 2  – 512 Norðragøta, ella á teldupost: anna@eystur.fo


Eysturkommuna og Fuglafjarðar kommuna hava skipað javnbjóðis samstarv um heimatænastu, eldrarøkt v.m., og tann 1. januar 2015 yvirtók samstarvið ábyrgdina av eldraøkinum í kommununum. Samstarvið hevur heitið Nánd. Dagliga umsitingin hjá Nánd er partur av umsitingini hjá Eysturkommunu. Samstarvið rekur trý sambýli, eitt dagtilhald fyri demens, og eina deild, ið tekur sær av heima- og sjúkrarøkt.   
Sí meira um Heimatænastuna Nánd hjá Eysturkommunu og Fuglafjarðar 

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna