Sjálvgreiðslan
Skriva út
Landssjúkrahúsið
Lagt út: 27.09.19
Umsóknarfreist: 18.10.19

Starvsfólk til Tænastudepilin á Landssjúkrahúsinum

Til Tænastudeildina søkja vit eftir jaligum, fúsum og ídnum starvsfólki. Talan er um tímalønt og ófaklært heiltíðarstarv innan húsavarðatænastuna í Tænastudeildini til setan 1. november 2019 ella eftir avtalu. Arbeitt verður í skiftisvaktum (dag-, kvøld- og vikuskiftisvaktum).

Fyrimunur er, um viðkomandi hevur koyrikort BE.

Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum:

  • inni- og útiarbeiði
  • innanhýsis flutningur av matvognum
  • annar flutningur sum t.d. vøru- og ruskkoyring
  • annað fyrifallanda arbeiði, sum til tíðir kann vera tungt og strævið. 

Persónligir eginleikar:

  • ábyrgdarkensla
  • fryntlig/ur og fyrikomandi
  • tolir trýst og kann arbeiða við høgari ferð
  • góð samstarvsevni
  • góður røkjuskapur
  • góð heilsa

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmálan hjá Havnar Arbeiðarafelag.

Nærri fæst at vita um starvið við, at venda sær til Heimir Ottósson, deildarleiðara á tlf. 304500, lokal 1270 ella á telduposti: heimir.ottosson@ls.fo

Umsóknarfreistin er til 18. oktober 2019.

Vinaliga søk starvið her

Um tú hevur trupulleikar við at søkja starvið, vinaliga set teg í samband við okkum á hr@ls.fo 

Um viðkomandi, sum settur verður, hevur starvast uttan fyri norðanlond og/ella har útbrot av MRSA hevur verið á arbeiðsplássinum síðstu 6 mánaðirnar, skal MRSA skjalváttan vísast innan byrjað verður í starvinum.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á starv.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á starv.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.