Sjálvgreiðslan
Tórshavnar Kommuna
Lagt út: 02.08.19
Umsóknarfreist: 22.08.19

Starvsfólk til Strandarlon á Boðanesheiminum

Boðanesheimið er 6 ára gamalt, liggur Yviri við Strond, og her búgva 64 húsfólk. Búeindirnar eru Strandarlon og Traðarlon sum eru røktardeildir og Boðalon sum er demensdeild. 
 
Strandarlon er ein samansett deild við 17 búplássum, 2 umlættingarplássum og 5 rehabiliteringplássum, Her starvast sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar og heilsuhjálparar. Dentur verður lagdur á tætt tvørfakligt samstarv við fysio- og ergoterapeutar. Vit á Strandarlon stremba eftir høgari fakligheit har vit arbeiða viðurkennandi og skapa ein gerandisdag, har búfólk, starvsfólk og avvarðandi trívast, mennast og hava tað gott.

SØKT VERÐUR EFTIR:
  • tveimum sjúkrarøktarfrøðingum á starvsbrøki 1,0 ella eftir  avtalu. Arbeiðstíðin er í skiftandi vaktum og 3. hvørt vikuskifti.
  • einum heilsurøktara og 1 heilsuhjálpara á starvsbrøki 0,8 ella eftir avtalu. Arbeiðstíðin er í skiftandi vaktum og 3. hvørt vikuskifti.
FØRLEIKAKRØV
  • Prógv og autorisatión sum sjúkrarøktarfrøðingur / heilsurøktari / heilsuhjálpari
  • Áhuga at arbeiða við heilsustimbran, fyribyrgjan og rehabilitering
  • Góð evni at samskifta í skrift og talu
  • Hug at arbeiða og samstarva í eini tvøryrkisligari toymisskipan í menning
  • KT-førleika á brúkarastigi
VIT BJÓÐA TÆR
  • ein yrkisliga spennandi og mennandi gerandisdag
  • at menna tænasturnar í Heilsu- og umsorganartænastuni saman við okkum
  • eitt opið arbeiðspláss, góðar umstøður og fjølbroyttar avbjóðingar
  • møguleika at seta tín dám á og framhaldandi at menna tænasturnar hjá Heilsu- og umsorganartænastuni
SETANARVIÐURSKIFTI
Starvið verður lønt sambært sáttmála við KAF / Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Heilsurøktarafelagið ella Heilsuhjálparfelag Føroya.
 
MEIRA FÆST AT VITA
Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Vár í Gong, deildarleiðara á Strandarlon, telefon 224108, ella við telduposti til var@torshavn.fo.
 
UMSÓKN
Umsókn saman við prógvum, góðkenning og upplýsingum um útbúgving og royndir verður at senda til torshavn@torshavn.fo. Viðmerkjast skal: „Sjúkrarøktarfrøðingur til Strandarlon“.„Heilsurøktari til Strandarlon“.„Heilsuhjálpari til Strandarlon“.
 
Umsóknarfreistin er 22. august 2019.

 

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á starv.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á starv.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.