Sjálvgreiðslan
Skriva út
Almannaverkið
Lagt út: 07.10.21
Umsóknarfreist: 20.10.21

Starvsfólk til sosialpsykiatriska toymið í Tórshavn

Brennur tú fyri at arbeiða við fólki við sálarligum trupulleikum? So hevur tú møguleikan at søkja starv í sosialpsykiatriska toyminum í Tórshavn.

Sosialpsykiatriska toymið hevur til endamáls at veita vegleiðing og ráðgeving til vaksnar heimabúgvandi borgarar, við avmarkaðum sálarligum og sosialum førleikum, so teir fáa møguleika at liva eitt sjálvstøðugt og virkið lív.

Um starvið
Talan er um eitt starv á 40 tímar um vikuna at seta frá 01.11.21 ella skjótast gjørligt. Tað verður arbeitt í mestan mun í dagtímunum, arbeiðsøkið fevnir um Streymoy, Eysturoy og Vágarnar.

Førleikar
Søkt verður eftir námsfrøðingi, ergoterapeuti, sjúkrarøktarfrøðingi, heilsurøktara ella sosialráðgeva. Tað kann vera ein fyrimunur at hava royndir innan økið – hetta er tó ikki eitt krav.

Arbeiðsuppgávur
Tú kemur at arbeiða við heimabúgvandi fólki við ymiskum sálarligum trupulleikum, sum eru í aldrinum 15-67 ár. Arbeiðið fevnir m.a. um at stuðla borgarunum í at gerast frælsari, at mennast og at gerast so sjálvbjargin, sum fyritreytirnar loyva. Somuleiðis er uppgávan at vegleiða borgarunum í at halda persónligar førleikar við líka og at stuðla teimum, so tey fáa ein virðiligan gerandisdag. Arbeitt verður eisini við at menna sambandið við sosiala og almenna trygdarnetið og at ráðgeva og vegleiða í persónligum viðurskiftum.

Væntanir
Vit vænta, at tú hevur eina jaliga menniskjafatan og at tú fært borgaran at kenna seg virdan, hoyrdan og sæddan. Vit vænta eisini, at tú við eldhuga stuðlar borgarunum í sambandi við avbjóðingarnar, sum tey hava í gerandisdegnum. Tað hevur týdning, at tú dugir at arbeiða sjálvstøðugt, hevur hug og hegni til at arbeiða í einum fleirfakligum umhvørvi, og sært týdningin av góðum samstarvi.

Væntað verður, at tú ert opin fyri nýhugsan og avbjóðingum, ert fleksibul og hevur evni til at leggja til rættis og raðfesta tað dagliga arbeiðið. Ynskiligt er at tú hevur koyrikort, tað er tó ikki eitt krav.

Væntað verður, at tú virðismetir ymisleikar hjá borgarum og ert fyrikomandi og hjálpsom/hjálpsamur. Eisini vænta vit, at tú hevur áræði, og kanst virka og trívast í einum arbeiðsdegi, ið einki kann sigast um frammanundan. Tú mást eisini vera sterkur til likams og sálar.   

Um Eind 13
Eind 13, sum er í Trivnaðardeplinum í Almannaverkinum veitir tænastu til vaksin í Tórshavn, Eysturoy. Norðoyggjum og Vágoy sum hava sálarsjúku, ADHD, Autismu og borgarar við skerdum førleikum. Talan er um dagtilboð, tilhaldsstað og mentorvirksemi.

Setanar- og lønarviðurskifti
Setanarøkið er Almannaverkið við tænastu í løtuni í Trivnaðardeplinum – Eind 8. Tann, ið settur verður, má tola broytingar í starvinum, og at hetta kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur.

Løn sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag við samráðingarrætti fyri økið.

Umsókn
Tú søkir starvið við at trýsta á tann grøna knøttin "Søk starvið".

Freist
Umsóknir skulu vera Almannaverkinum í hendi í seinasta lagi 20.10.2021kl. 23.00.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Elsebeth Sannu á Krákusteini, eindarleiðaraleiðara tel. 387460 og Ása Krossteig leiðara, tlf 297463

Almannaverkið strembar eftir at gera mun við bestu og mest framkomnu sosialu tænastunum til Føroya fólk á øllum virkisøkjum stovnsins. Almannaverkið umsitur fyri meira enn 1,7 milliard krónur á løgtingslógini fyri 2021 og til samans starvast meira enn 1100 fólk í Almannaverkinum.

Leiðslan í Almannaverkinum er skipað við stjóra, fyrisitingarstjóra og fýra depilsstjórum. Deplarnir eru sosial fyrisiting og útgjald av veitingum (VSD), trivnaðartænastur til fólk við menningartarni (TDM), trivnaðartænastur til fólk við sálarsjúku (TDS) og trivnaðartænastur til fólk, sum hava likamlig brek (TDL).

Almannaverkið virkar um allar Føroyar og veitir umleið 1000 trivnaðartænastur til fleiri enn 600 borgarar, ið fáa tænastur á bústøðum, verkstøðum, dag- og frítíðartilboðum, umlættingartilboðum, stuðulstilboðum og barnavernd í fleiri enn 75 bygningum kring alt landið. Fleiri enn 18.000 hjálpartól eru lænt út at betra um lívið hjá borgarum og fleiri enn 800 borgarar fáa endurvenjing fyri at vinna førleikan aftur. Hvørt ár gera vit 240.000 peningaflytingar og taka 15.000 avgerðir.

Almannaverkið stendur á einum felags endamáli, sum er at skapa tryggar lívsumstøður og eitt gott sjálvstøðugt lív. Hesum stremba starvsfólkini eftir at røkka við at gera mun við bestu og mest framkomnu sosialu tænastunum. Almannaverkið leggur dent á javnvirði, eldhuga, trivnað, gjøgnumskygni og yrkisdugnaskap í gerandisdegnum, og virðini skulu endurspeglast í øllum virki okkara.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna