Sjálvgreiðslan
Skriva út
Landssjúkrahúsið
Lagt út: 13.02.20
Umsóknarfreist: 21.02.20

Starvsfólk til sjúkraflutningstænastuna á Landssjúkrahúsinum

Bráðdepilin á Landssjúkrahúsinum søkir hervið eftir starvsfólki, viðgerðarum, til Sjúkraflutningstænastuna. Talan er um hesi størv. 

  • Eitt avloysara starv svarandi til 40 tímar um vikuna í skiftandi vaktum til setan 16. mars 2020 ella eftir avtalu, til og við 15. oktober 2020
  • Eitt avloysara starv svarandi til 40 tímar um vikuna í skiftandi vaktum til setan 16. mars 2020 ella eftir avtalu, til og við 31. desember 2020
  • Eitt fast starv svarandi til 40 tímar um vikuna í skiftandi vaktum til setan 16. mars 2020 ella eftir avtalu.
  • Tímaløntum avloysarum til summarið 2020 og annars eftir tørvi. 

Sjúkraflutningstænastan er ein deild við nógvum ymiskum uppgávum. Ein av høvuðsuppgávunum er at vera ein bráðfeingishjálp í samband við lívbjargandi arbeiði. Harnæst er uppgávan flutningur av sjúkum og skaddum fólki og fólkum, ið eru rørslutarnað. Eisini hevur Sjúkraflutningstænastan ábyrgd av øllum portørarbeiði, ið er á Landssjúkrahúsinum. Alt hetta setir stór krøv til starvsfólkið, sum mangan kemur at arbeiða undir serstøkum umstøðum.

Starvsøkini hjá Sjúkraflutningstænastuni fevna um Streymoy, Eysturoy, Vágar og Sandoy. Her starvast í løtuni umleið 37 fólk. Deildin hevur 14 bilar, íroknað 9 sjúkrabilar, og er túratalið uml. 7000 túrar árliga. Vaktsentralurin, ið hoyrir til deildina, er saman við sjúkrabilunum á hvørjum starvsøki mannaður alt samdøgrið.

Nýsett starvsfólk, ið ikki eru útbúgving sum ambulansastarvsfólk, skulu hava grundskeið/upplæring, áðrenn tey kunnu virka sum hjálparfólk í sjúkrabilinum. Tey skulu hava vegleiðing av einum viðgerða og hava møguleikar fyri øðrum grundskeiðum, ið eru neyðug fyri at røkja starvið til fulnar. Sjúkraflutningstænastan krevur, at tann, ið settur verður, skal upp til eina praktiska roynd í lívbjargandi arbeiði eina ferð um árið fyri at tryggja, at tænastan livir upp til eitt dygdargott arbeiði.

Vit vænta, at tú

  • ert tænastusinnað/ur, fyrikomandi og hevur góð samstarvsevni
  • sært avbjóðingar fram um avmarkingar
  • hevur evni til at orða teg bæði munnliga og skrivliga
  • tekur ábyrgd og arbeiðir sjálvstøðugt
  • ert fús/ur til at broyta teg við nútíðini
  • virðir starvsfólkapolitikkin og virðisgrundarlagið hjá Sjúkraflutningstænastuni, og líkur tey krøv, ið stovnurin setur í mun til at skapa eitt umhvørvi við trivnaði og menning í hásæti

 Dentur verður lagdur á

  • minimum 9. floks prógv, miðnámsútbúgving kann verða ein fyrimunur.
  • koyrikort til bólk D
  • skal hava havt koyrikort til vanligan bil í minst eitt ár
  • fyltur 21 ár
  • at tú hevur reina revsiváttan
  • prógv í 1. hjálp
  • hædd millum 165-190 cm uttan fótbúna
  • góðan fysik og heilsu
  • sjón ið gevur møguleika at taka vinnuligt koyrikort
  • tú dugir at miðla vitan bæði til starvsfelagar og aðrar starvsbólkar
  • hevur telduførleika á brúkarastøði

 Vit bjóða

  • felags innleiðslu og upplæring á deildini
  • fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar
  • tvørfakligt samstarv
  • ein fakliga spennandi og mennandi gerandisdag
  • eitt dynamiskt arbeiðspláss við fjølbroyttum avbjóðingum

Royndartíðin er 3 mán. 

Um tann, ið settur verður í fast starv ikki hevur koyrikort til bólk D, skal viðkomandi hava fingið sær hetta innan roynadartíðin er úti.

Tað kann vera ein fyrimunur at hava heilsufakliga útbúgving.

Bert tey, ið verða innboðin til samrøðu, skulu hava læknaváttan og revsiváttan. Samrøður/fysiska royndin verða í viku 9 og 10 í 2020

Løn- og setanartreytir eru smb. sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið. 

Nærri fæst at vita við at venda sær til Jákup Nolsøe, leiðara, tlf. 304501, teldupost: lsjakno@ls.fo ella Gunnar Hjelm, varaleiðara tlf. 304502, teldupost: lsgunhj@ls.fo 

Kennir tú teg sjálvan aftur í samband við virðisgrundarlagið á Sjúkraflutningstænastuni hygg her

Leinkja til fysisku royndina trýst her

Umsóknarfreistin er 21. februar 2020

Søk starvið her

Upprunaprógv fyri útbúgving og viðmælir skula havast við til møguliga samrøðu.

Á okkara heimasíðu www.ls.fo kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál, undir leinkjuni “Leys størv”.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.