Sjálvgreiðslan
Skriva út
Tórshavnar Kommuna
Lagt út: 12.05.20
Umsóknarfreist: 02.06.20

Starvsfólk til sertoymið á Frælsinum

Tórshavnar kommuna søkir eftir einum starvsfólki til sertoymið, at byrja 10. august 2020 ella eftir nærri avtalu. Starvið eru 30 tímar um vikuna.

Sertoymið á Frælsinum hevur sína egnu eind til børn, sum ganga í 1. og 2. flokki í skúlanum á Trøðni. Hetta er ein lítil eind við fáum børnum, sum hava serligar avbjóðingar. Eindin liggur tætt at skúlanum á Trøðni og hava vit eitt tætt samstarv við skúlan.

Virksemið tekur støði í autismunámsfrøði, men er bygt upp í mun til ítøkiliga tørvin hjá barninum.

Eindin á Frælsinum er partur av frítíðarstovninum í Kongagøtu og Spíranum í Havnardali og taka børnini eisini lut í virkseminum, á hesum stovnum, í mest møguligan mun.

FØRLEIKAKRØV
Søkt verður eftir fólki við námsfrøðiligari ella aðrari viðkomandi útbúgving og / ella royndum. Vitan um autismu er ein fyrimunur og fær toymið eisini fakligan íblástur og ráðgeving.

SETANARVIÐURSKIFTI
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag.

MEIRA FÆST AT VITA
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Ann Elisabeth Eldevig Joensen stovnsleiðara, á telefon 214041.

UMSÓKN
Umsókn saman við upplýsingum um útbúgving, royndum og tilmælum, verður at senda til torshavn@torshavn.fo

Umsóknarfreistin er týsdagin 2. juni 2020.

 

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.