Sjálvgreiðslan
Skriva út
Almannaverkið
Lagt út: 22.11.19
Umsóknarfreist: 15.12.19

Starvsfólk til Sambýlið Børkugøtu í Tórshavn og Sambýlið í Hóvabrekku á Argjum

https://candidate.hr-manager.net/ApplicationInit.aspx?cid=1899&ProjectId=143707&DepartmentId=18968&MediaId=4615

 

Eind 6 í Trivnaðardeplinum í Almannaverkinum søkir eftir starvsfólki, ið kunnu stuðla og skapa ein innihaldsríkan dag fyri borgarar

Sambýlinum í Børkugøtu í Tórshavn og í Sambýlinum í Hóvabrekku á Argjum.

 Um størvini

  • Eitt starv á 32 tímar um vikuna  at byrja skjótast til ber
  • Eitt farloyvistarv á 40 tímar um vikuna at byrja skjótast til ber og til 31.07.2020
  • Søkt verður eftir fólki at arbeiða 3. hvørt vikuskifti í sambýlinum í Hóvabrekku og í sambýlinum í Børkugøtu at byrja skjótast til ber
  • Eisini verður søkt eftir og avloysarum til Eind 6, sum kunnu avloysa í sambandi við fráveru orsakað av sjúku, feriu o.ø. at byrja skjótast til ber

Fyri størvini er galdandi, at arbeitt verður í skiftandi vaktum, sum fevna um alt døgnið allar dagar í vikuni.

Arbeiðsuppgávur
Høvuðsuppgávan hjá starvsfólkunum í Eind 6 er at veita námsfrøðiligan stuðul, grundleggjandi heilsu- og sjúkrarøkt. Arbeitt verður heilsufremjandi og fyribyrgjandi í samráð við borgaran, aðrar fakbólkar, leiðslu og avvarðandi. Flestu av borgarunum hava dagtilboð.

Uppgávan er eisini at vera við til at leggja arbeiðið til rættis á arbeiðsplássinum og at arbeiða eftir ávísum leisti, har støði verður tikið í tí einstaka borgaranum.

Vit leggja okkum eftir at arbeiða við støði í møguleikum, heldur enn forðingum, og harafturat verður arbeitt tvørfakligt, so borgarin fær tænastu á høgum støði. Javnvirði, tolsemi og yrkisdugnaskapur er partur av okkara gerandisdegi, og somuleiðis leggja vit okkum eftir at skapa góðan trivnað á arbeiðsplássinum, bæði millum borgarar og starvsfólk.

Væntanir til umsøkjarar
Tað hevur týdning, at umsøkjarar hava hug og hegni at arbeiða við fólki, hava hug at vera um, betra og tryggja gerandisdagin hjá fólki við menningartarni og øðrum brekum. Umsøkjarar skulu kenna týdningin av, at borgarin verður møttur har hann er, skiltur og hjálptur. Umsøkjarin skal vera kropsliga og sálarliga væl fyri og duga at arbeiða sjálvstøðugt.

Førleikakrøv
Útbúgving sum námsfrøðingur, ergoterapeutur ella heilsurøktari. Um ongin skikkaður við nevndu útbúgvingum søkir, kunnu størvini verða fyribilssett við hjálparfólkum.

Um Eind 6
Eind 6 er í Trivnaðardeplinum fyri menningartarn og fjølbrek. Í Eindini eru 4 sambýlir, umlætting og stuðlar. Tænasta verður veitt til umleið 80 borgarar, sum hava menningartarn, autismu, demens, og aðrar fysiskskar sjúkur. Meiri kunning um virksemið í Eind 6 kann lesast við at trýsta her

Setanar- og lønarviðurskifti
Setanarøkið er Almannaverkið. Tænastan er í løtuni í Trivnaðardeplinum Eind 6. Tann, ið verður settur, má tola broytingar í starvinum, og at hetta kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur.

Løn sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag, Ergoterapeutfelagið ella Heilsurøktarafelag Føroya.

Umsókn
Tú søkir starvið við at trýsta á tann grøna knøttin “Søk starvið”.

Freist
Umsóknir skulu vera Almannaverkinum í hendi í seinasta lagi 05.12.2019 kl. 23.00.

Fleiri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til Elsu Klein Olsen, eindarleiðara, á tlf. 297371 ella Arnu Silvurstein, leiðara, á tlf. 297369.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á starv.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á starv.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.