Sjálvgreiðslan
Skriva út
Eiðis Kommuna
Lagt út: 20.05.20
Umsóknarfreist: 04.06.20

Starvsfólk til Korndalsgarð og Spíran

Við hesum verður søkt eftir námsfrøðingum til dagstovnin Korndalsgarð og frítíðarskúlan Spíran á Eiði.

Søkt verður eftir námsfrøðingum til Korndalsgarð og Spíran á Eiði. Talan er um størv í vøggustovu, barnagarði, frítíðarskúla og sum námsfrøðiligur stuðul, eins og søkt verður eftir varaleiðara. Starvsbyrjan er 10. august 2020 ella eftir nærri avtalu. Í Korndalsgarði arbeiða vit m.a. við at stimbra barnsins motorisku førleikar, bæði inni á stovninum, og úti í náttúruni í okkara nærumhvørvið, ið vit nýta nógv. Vit leggja stóran dent á nærveru, frítt spæl og at síggja børnini har, ið tey eru. Í Korndalsgarði ganga 45 børn, og stovnurin er samansettur av tveimum vøggustovum og tveimum barnagarðsstovum.

Spírin flutti í nýggj hølir í des. 2019, og eru vit tí í ferð við at uppbyggja ein nýggjan frítíðarskúla. Spírin er ein frítíðarskúli við uml. 30 børnum; frá forskúla til 3. flokk. Í Spíranum vilja vit møta børnunum har, ið tey eru, samstundis sum vit leggja dent á, at børnini fáa ein góðan og innihaldsríkan dag. Vit leita tí eftir námsfrøðingum, ið vilja vera við til at mynda Spíran.

Vit vænta, at umsøkjarin:

  • er álítandi og samstarvshugaður.
  • er nærløgd/nærlagdur.
  • er nærverandi.
  • megnar at halda fokus á børnini.
  • torir at ávirka og taka ábyrgd.
  • kann laga seg til arbeiði á stovinum

Um námsfrøðingar ikki søkja, so kunnu hjálparfólk verða sett í tíðaravmarkað starv. Námsfrøðilesandi, ið verða liðug í summar, eru vælkomin at søkja.

Meiri fæst at vita um størvini við at venda sær til Hildur Kruse Sørensen, leiðara, á tel 740410.

Umsókn við prógvum, og møguligum viðmælum, skal vera okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin 04. juni 2020 og skal sendast til korndalsgardur@eidi.fo.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.