Sjálvgreiðslan
Skriva út
Tórshavnar Kommuna
Lagt út: 05.05.20
Umsóknarfreist:

Starvsfólk til Ítróttarfrítíðarskúlan við Løgmannabreyt

- Kom við á eina spennandi ferð.

Brennur tú fyri at arbeiða við børnum? Samskiftir tú á opnan og viðurkennandi hátt? Ert tú ágrýtin og torir at hava ein virknan leiklut í einum gerandisdegi fullum av rørslu, spæli og útilívi? Dugir tú væl at samstarva við onnur? So ert tú kanska nýggi starvsfelagi okkara.

Søkt verður eftir trimum námsfrøðingum til Ítróttarfrítíðarskúlan við Løgmannabreyt at arbeiða 25-30
tímar um vikuna. Størvini eru til setan 10. august 2020 ella eftir nærri avtalu.

- Um skikkaður námsfrøðingur ikki verður settur, kann hjálparfólk setast í tíðaravmarkað starv fram til 18. juni 2021.
- Námsfrøðingar, ið fáa prógv í summar, eru vælkomnir at søkja.

Um okkum:
Í Frítíðarskúlanum víð Løgmannabreyt ganga 120 børn úr 1., 2. og 3. flokki. Til hvønn árgang eru knýttir ábyrgdarpersónar. Í løtuni arbeiða 12 eldhugaðir starvsfelagir í frítíðarskúlanum, ið allir koma við sínum íkasti til gott sálarligt arbeiðsumhvørvi.

Í august 2019 fóru vit undir eina tilgongd at verða góðkend sum ítróttarfrítíðarskúli sambært DIF (Danmarks Idrætsforbund) og VIA University College í Århus, ein góðkenning, har faklig menning innan ítróttarnámsfrøði er í miðdeplinum og høvuðstættirnir eru ítróttur, spæl og rørsla.

Vit arbeiða út frá førleikunum hjá tí einstaka og geva rúm til skapandi og likamliga hugsavning. Vit leggja dent á gott foreldrasamstarv og at børnini verða møtt av álítandi, viðurkennandi og hjartagóðum vaksnum, sum geva teimum neyðugu sálarligu og kropsligu avbjóðingarnar.

Vit hava góðar innan- og uttandura hentleikar, eitt nú atgongd til høll, Fimi, svimjihøll og ymisk verkstøð, og vit eru nógv útí í náttúruni.

Arbeiðstíðirnar eru mánadag til fríggjadag frá kl. 11.00-17.00.

Vit bjóða:
- Ein fjølbroyttan starvsfólkahóp, bæði kvinnur og menn.
- Ein virknan gerandisdag við fokus á námsfrøðiligan ítrótt.
- Skeiðvirksemi í sambandi við góðkenningina sum ítróttarstovnur.
- Tætt samstarv millum starvsfólk.
- Eitt roykfrítt arbeiðsumhvørvi.

Førleikar:
- Tú er virkisfúsur og fakliga væl fyri.
- Tú brennur fyri útilívi og rørslu.
- Tú hevur góð samstarvs- og samskiftisevni og megnar at virka fyri góðum samstarvi við øll foreldur, børn og starvsfelagar.
- Tú hevur hug og evni at menna námsfrøðiliga arbeiðið á stovninum.
- Tú ert sjálvstøðug(ur), álítandi og hevur gott yvirlit.
- Tú sært møguleikar, hevur ein jaligan hugburð, ert opin, smílandi og fyrikomandi.
- BSc útbúgving í námsfrøðiligum ítrótti ella líknandi kann vera ein fyrimunur.

Setanarviðurskifti:
Størvini verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
Umsókn:
Umsókn saman við lívsrensli og viðkomandi prógvum verður at senda til torshavn@torshavn.fo
Umsóknarfreistin er mikudagin 20. mai 2020 kl. 12.00, samrøður vera væntandi í viku 22.
Meira fæst at vita:
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Morten Hust Petersen, stovnsleiðara, á telefon 250437 ella teldupost Mortenh@torshavn.fo

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.