Sjálvgreiðslan
Skriva út
Tórshavnar Kommuna
Lagt út: 02.03.20
Umsóknarfreist:

Starvsfólk til Dagstovnin við Velbastaðvegin

Tórshavnar kommuna søkir vegna Dagstovnin við Velbastaðvegin eftir hesum starvsfólkum:

• Námsfrøðingur á 30 tímar um vikuna til vøggustovu at byrjað 15. mai 2020
• Námsfrøðingur á 35 tímar um vikuna til vøggustovu at byrjað 1. mai 2020
• Tveir námsfrøðingar til barnagarðsstovur, ávíkavist á 30 tímar og 35 tímar at byrjað 1. apríl 2020

Eisini søkja vit eftir einum fólki til matgerð v.m. tímalønt á 20 tímar um vikuna ella eftir nærri avtalu, at starvast 4 dagar um vikuna (mánadag til hósdag).

VIT BJÓÐA
Ein spennandi og fjølbroyttan stovn við eldhugaðum og fyrikomandi starvsfólkum við ymiskum førleikum, vit hava góðar karmar og kringumstøður við stórum spæliplássi og stuttari frástøðu til náttúruna.

30 fólk starvast á stovninum og barnatalið er uml. 120, sum eru í 4 vøggustovum og 4 barnagarðsstovum, har av ein stova er til tey 6-7 ára gomlu børnini.

OKKARA VANGAMYND
Vit vilja fegin, at børn og foreldur kenna seg væl.

Vit eiga at lurta við virðing hvør eftir øðrum.

Tað er umráðandi, at barnið hevur ávirkan á tað, sum skipað verður fyri á stovninum.

Í góðum um støðum inni og úti, leggja vit dent á spæl, rørslu og stuttleika við støði í barninum og felagsskapinum.

SETANARVIÐURSKIFTI 
Størvini verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag.

UMSÓKN
Umsókn saman við prógvi, møguligum viðmælum og upplýsing um royndir, verður at senda til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 23. mars 2020 og viðmerkja umsóknina „Umsókn til Dagstovnin við Velbastaðvegin“.

MEIRA FÆST AT VITA
Meira fæst at vita um okkum og størvini við at venda sær til Monu R. Mohr, stovnsleiðara, telefon 302180 / 224535 ella Ingibjørg Heindriksdóttir, varaleiðari, telefon 528078, ella at vitja heimasíðu okkara www.velbastadvegur.fo

 

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.