Sjálvgreiðslan
Skriva út
Tórshavnar Kommuna
Lagt út: 08.11.19
Umsóknarfreist: 26.11.19

Starvsfólk til Dagstovnin við Løgmannabreyt

Tórshavnar kommuna søkir vegna Dagstovnin við Løgmannabreyt eftir trimum námsfrøðingum og einum hjálparfólki.

• Ein námsfrøðing til fast starv í barnagarðsstovu, 30-35 tímar um vikuna at byrja 2. januar 2020 ella eftir nærri avtalu.
• Tveir námsfrøðingar fyri starvsfólk í barsil at arbeiða í vøggustovu, 30-35 tímar um vikuna at byrja ávíkavist 15. jan. 2020 til 15. jan. 2021 og 15. febr. 2020 til 15. febr. 2021.
• Eitt hjálparfólk fyri starvsfólk í barsil at arbeiða í barnagarði, 30 tímar um vikuna at byrja 15. febr. 2020 til 15. febr. 2021.

VIT VÆNTA, AT TÚ:
• hevur góð samstarvsevni, ert álítandi og ábyrgdarfull/-ur
• ert kveikjandi og jalig/-ur og sært fyrimunir fram um vansar
• hevur hug og evni at menna námsfrøðiliga arbeiðið á stovninum
• hevur góð samstarvs- og samskiftisevni og megnar at virka fyri góðum samstarvi við foreldur, børn og starvsfelagar
• ert ágrýtin og hevur hug og evni til at skapa ein fjølbroyttan, mennandi og tryggan gerandisdag fyri einstaka barnið
• megnar at arbeiða sjálvstøðugt og tekur ábyrgd og avgerðir, samstundis sum tú megnar at varðveita yvirlitið, tá ið á stendur

ARBEIÐI FEVNIR UM M.A. AT MENNA BØRNINI
• Sosialt, rørsluliga og málsliga
• At menna børnini í gerandisdegnum og geva teimum upplivingar
• At samstarva við øll sum hava sína dagligu gongd á stovninum

VIT BJÓÐA
Fýra áhugaverd og mennandi størv, har tú kemur at vera partur av einum toymi og arbeiða í skiftandi vaktum í einum góðum fjølbroyttum stovni við nógvum møguleikum og fyrikomandi góðum starvsfólkum, har tú eisini kann vera við til at menna námsfrøðiliga arbeiði.

SETANARVIÐURSKIFTI
Størvini verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.

UMSÓKN
Umsókn saman við viðmælum, royndir skulu sendast til torshavn@torshavn.fo, í seinasta lagi týsdagin 26. november 2019.

MEIRA FÆST AT VITA
Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Sofíu Nattestad, stovnsleiðara, á telefon 219105.

 

 

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á starv.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á starv.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.