Sjálvgreiðslan
Skriva út
Tórshavnar Kommuna
Lagt út: 22.11.19
Umsóknarfreist: 08.12.19

Starvsfólk til Býlingshúsið undir Fjalli

Tórshavnar kommuna søkir vegna Býlingshúsið undir Fjalli eftir eftir tveimum námsfrøðingum.

• einum námsfrøðingi 30 tímar um vikuna til barnagarðsstovu og
• einum námsfrøðingi 20 / 25 tímar til barnagarðsstovu
• søkt verður eftir avloysarum

Størvini eru til setan 1. januar 2020 ella eftir nærri avtalu.

Um námsfrøðingar ikki verða settir, kunnu hjálparfólk verða sett í tíðaravmarkað størv.

VIT VÆNTA, AT TÚ:

• ert ágrýtin, nærverandi og tolin
• hevur áræði at skapa ein tryggan og fjølbroyttan dag við virðing fyri børnum og foreldrum
• kanst arbeiða sjálvstøðugt og lyftir námsføðiligu uppgávurnar saman við okkum
• arbeiðir eftir okkara námsætlan og virðum
• virðir felagsskap, felagsanda og samanhald

VIT BJÓÐA:
• eitt toymi sum arbeiðir í skiftandi vaktum
• eitt starv, har viðurkenning og relatiónsarbeiði hevur stóran týdning fyri tryggleika, trivnað og menning
• ein stovn í náttúruumhvørvi, har útilív, rørsla og túrar eru ein partur av gerandisdegnum
• ein góðan starvsfólkahóp, har trivnaður og faklig menning eru høgt raðfest

SETANARVIÐURSKIFTI
Størvini verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.

Starvið hevur við sær, at tú eftir tørvi kann hjálpa á øðrum stovum og at tú mást tola broytingar.

UMSÓKN

Umsókn saman við prógvi, møguligum viðmælum og upplýsing um royndir, verður at senda til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi sunnudagin 8. desember 2019, og viðmerkja „Umsókn til Býlingshúsið undir Fjalli“.

MEIRA FÆST AT VITA
Meira fæst at vita um okkum og starvið við at venda sær til Annu Dalsgaard, stovnsleiðara, á telefon 318525 ella 722212.

 

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á starv.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á starv.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.