Sjálvgreiðslan
Skriva út
Tórshavnar Kommuna
Lagt út: 05.11.19
Umsóknarfreist: 20.11.19

Starvsfólk til Býlingshúsið millum Gilja

Tórshavnar kommuna søkir vegna Býlingshúsið millum Gilja eftir trimum starvsfólkum, einum námsfrøðingi og tveimum hjálparfólkum.

STOVNURIN
Vit hava eina vøggustovu við 12 børnum og tvær barnagarðsstovur við ávikavist 17 og 18 børnum. Á stovninum er námsfrøðiliga arbeiðið tilætlað einstaka barninum. Vit arbeiða eftir nýggju námsætlanini og KIDS, eitt granskingaramboð, hvørs endamál er at meta um og menna dygdina á stovninum.

  • ert ágrýtin, og hevur hug og evni til at skapa ein fjølbroyttan,
    mennandi og tryggan gerandisdag fyri einstaka barnið
  • er nærverandi, sjálvstøðugu/r og tekur ábyrgd
  • hevur hug og hegni at nýta og menna námsfrøðiliga arbeiðið
    á stovninum

SETANARVIÐURSKIFTI
Øll størvini eru á 35 tímar.

Størvini verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevara Føroya.

Starvsbyrjan er 1. desember 2019 ella eftir nærri avtalu. Størvini eru í barnagarðinum.

Tú mást tola broytingar í starvinum og skalt eftir tørvi hjálpa til á øðrum stovum.

Søkir eingin skikkaður námsfrøðingur, verða hjálparfólk sett í tíðaravmarkað starv í eitt hálvt ár.

MEIRA FÆST AT VITA
Um tú hevur spurningar til starvið, kanst tú venda tær til Majbritt Jacobsen, stovnsleiðara, á telefon 518758 ella vitja www.millumgilja.com

UMSÓKN
Umsókn saman við upplýsingum um útbúgving, viðmælum og royndum, skal sendast Tórshavnar Kommunu á torshavn@torshavn.fo

Umsóknarfreistin er 20. november 2019.

 

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á starv.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á starv.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.