Sjálvgreiðslan
Skriva út
Tórshavnar Kommuna
Lagt út: 15.07.21
Umsóknarfreist: 06.08.21

Starvsfólk til Býlingshúsið í Maritugøtu

Býlingshúsið í Maritugøtu søkir eftir starvsfólkum at arbeiða ávikavist í vøggustovu og barnagarði.

Størvini verða sett í august 2021 ella eftir nærri avtalu.

Vit leita eftir: 

  • einum námsfrøðingi at arbeiða umleið 35 tímar í barnagarði. Talan er um farloyvisstarv fram til juni 2022 -
  • einum námsfrøðingi at arbeiða umleið 35 tímar í vøggustovu. Talan er um fast starv -
  • einum starvsfólki at arbeiða 30–40 tímar í vøggustovu og barnagarði - Harumframt leita vit eftir avloysarum.

Tú verður partur av einum dugnaligum starvsfólkatoymi, har trivnaður og faklig menning er høgt raðfest.

Vit bjóða tær eitt týdningarmikið og fjølbroytt starv við nógvum avbjóðingum. í tínum starvi hevur tú góðar møguleikar at seta tín dám á arbeiðið. Viðurkenning og relationsarbeiði hevur stóran týdning í okkara arbeiði fyri at skapa tryggleika, trivna og menning.

Les meira um størvini her: https://www.torshavn.fo/um-kommununa/starv-i-kommununi/leys-storv/starvsfolk-til-bylingshusid-i-maritugotu/

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna