- Øll Størv (108)
- Byggivirksemi (0)
- Fiskavøruídnaður (3)
- Fiskiskapur (0)
- Flutningur (0)
- Flutningur sjóvegis (2)
- Fyrisiting og tænastur (18)
- Gistihús og matstovur (8)
- Handil og umvæling (9)
- Heilsu- og almannaverk (44)
- Kunningartøkni (4)
- Skipasmiður og smiður (5)
- Undirvísing (2)
- Vinnuligar tænastur (13)

Starvsfólk til búfelagsskapin á Heygavegi í Klaksvík
Søkt verður eftir einum námsfrøðingi til búfelagsskapin á Heygavegi í Klaksvík at byrja 01. mars 2021 ella eftir nærri avtalu.
Um starvið
Starvið er 25 tímar um vikuna. Arbeiðstíðirnar eru í vaktum gerandisdagar og í vikuskiftum. Tó er eingin náttarvakt.
Um eind 12 í Trivnaðardeplinum
Eind 12 veitir tænastu til vaksin við menningartarni í Norðoyggjum og Eysturoy. Til eindina hoyra trý sambýlir, ein búfelagsskapur, og stuðulsfólk hjá vaksnum.
Arbeiðsuppgávur hjá námsfrøðingunum
- Arbeiðsuppgávurnar eru at virka fyri, at borgarin fær neyðugan stuðul og umsorgan, soleiðis at viðkomandi fær ein tryggan, skipaðan og mennandi gerandisdag.
- At hjálpa borgaranum at gerast sjálvbjargnan í egnari íbúð.
Førleikar
Søkt verður eftir starvsfólki við námsfrøðiligari útbúgving.
Vit kunnu bjóða
Vit bjóða eitt spennandi starv, har tú ert við til at mynda búfelagsskapin og kemur at hava eina ávirkan á, hvussu arbeiðið skal leggjast til rættis.
Vit vænta, at tú
- ert við til at leggja til rættis námsfrøðiliga og praktiska arbeiði á arbeiðsplássinum
- ert fakliga, sálarliga og likamliga væl fyri.
- hevur áhuga í at arbeiða eftir ávísum námsfrøðiligum leisti, har støðið verður tikið í einstaka borgaranum.
- hevur kt-førleika á brúkarastøði
- at tú tolir broytingar bæði í mun til arbeiðsuppgávur og arbeiðsstað
- at tú hevur koyrikort
Setanar- og lønarviðurskifti
Setanarstaðið er Almannaverkið við tænastu í løtuni í Trivnaðardeplinum Eind 12 Norðoyggjar. Tey, ið verða sett, mugu tola broytingar í starvinum, og at hetta kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur.
Setanar- og lønartreytirnar eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag.
Umsókn
Tú søkir starvið við at trýsta á tann grøna knøttin "Søk starvið".
Freist
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 27.01.2021 kl 23.00.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Oddfríðu Højgaard, eindarleiðara á tlf 297600 ella Aðalbjørg Linklett, leiðara á tlf 297676.