Sjálvgreiðslan
Skriva út
Almannaverkið
Lagt út: 10.06.21
Umsóknarfreist: 24.06.21

Starvsfólk til Búfelagsskapin á Blikagøtu 59 í Runavík

Søkt verður eftir einum námsfrøðingi til Búfelagsskapin á Blikagøtu 59 í Runavík, at byrja 01. juli 2021 ella eftir nærri avtalu.

Starvið er á 25 tímar um vikuna. Arbeiðstíðirnar eru í vaktum, gerandisdagar og í vikuskiftum. Tó er eingin náttarvakt.

Um eind 12 í Trivnaðardeplinum
Eind 12 veitir tænastu til vaksin við menningartarni í Norðoyggjum og Eysturoy. Til eindina hoyra 3 sambýlir, 2 búfelagsskapir, og stuðulsfólk hjá vaksnum.

Arbeiðsuppgávur hjá námsfrøðingunum

  • Arbeiðsuppgávurnar eru at virka fyri, at borgarin fær neyðugan stuðul og umsorgan, soleiðis at viðkomandi fær ein tryggan, skipaðan og mennandi gerandisdag.
  • At hjálpa borgaranum at gerast sjálvbjargnan í egnari íbúð. 

Førleikar
Søkt verður eftir starvsfólki við námsfrøðiligari útbúgving, ella viðkomandi útbúgving.

Vit kunnu bjóða
Vit bjóða eitt spennandi starv, har tú ert við til at mynda búfelagsskapin og kemur at hava eina ávirkan á, hvussu arbeiðið skal leggjast til rættis.

Væntanir
Tú ert við til at leggja til rættis námsfrøðiliga og praktiska arbeiði á arbeiðsplássinum. Eisini vænta vit, at tú ert fakliga, sálarliga og likamliga væl fyri umframt, at tú hevur áhuga í at arbeiða eftir námsfrøðiligum leisti, har støðið verður tikið í  einstaka borgaranum. Vit vænta, at tú hevur kt-førleika á brúkarastøði. Harumframt at tú tolir broytingar bæði í mun til arbeiðsuppgávur og arbeiðsstað, og hevur koyrikort.

Setanar- og lønarviðurskifti
Setanarstaðið er Almannaverkið við tænastu í løtuni í Trivnaðardeplinum Eind 12, Eysturoy. Tann, ið verður settur,  má tola broytingar í starvinum, og at hetta kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur.

Setanar- og lønartreytirnar eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag.

Umsókn
Tú søkir starvið við at trýsta á tann grøna knøttin "Søk starvið".

Freist
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 24.06 2021 kl 23.00.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Oddfríðu Højgaard, eindarleiðara á tlf 297600 ella Morid Mikkelsen leiðara á tlf 297676.

Í Almannaverkinum starvast umleið 1000 starvsfólk úr 15 ymiskum starvsbólkum. Vit eru um alt landið í fleiri enn 75 bygningum. Í Almannaverkinum vilja vit gera mun við at veita bestu og mest framkomnu sosialu tænastur. Allar tænasturnar hjá Almannaverkinum byggja tí á menniskja í síni heild. Fyri at møta borgarum, har teir eru og at veita eitt sakligt og fakligt tilboð, er neyðugt við umfatandi førleikum. Breiða fakliga umhvørvið og fjølbroyttu avbjóðingarnar í Almannaverkinum tryggja, at starvsfólk áhaldandi kunnu fylgja sínum dreymum. Tey kunnu finna nýggjar avbjóðingar og mennast víðari í ymsu virkisøkjunum. At arbeiða í Almannaverkinum snýr seg um menniskju – borgarar, avvarðandi og starvsfólk. Við ynskinum um at gera mun, kann yrkisleiðin setast saman upp á nærum óteljandi mátar.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna