- Øll Størv (108)
- Byggivirksemi (0)
- Fiskavøruídnaður (3)
- Fiskiskapur (0)
- Flutningur (0)
- Flutningur sjóvegis (2)
- Fyrisiting og tænastur (18)
- Gistihús og matstovur (8)
- Handil og umvæling (9)
- Heilsu- og almannaverk (44)
- Kunningartøkni (4)
- Skipasmiður og smiður (5)
- Undirvísing (2)
- Vinnuligar tænastur (13)

Starvsfólk til Bú- og viðgerðarstovn fyri børn og ung á Almannaverkinum
Søkt verður eftir starvsfólkum, sum eru áhugað í at arbeiða tvørfakligt, eru umsorgarfull og sum hava hug og vilja at geva námsfrøðiligan stuðul og viðgerð, soleiðis at børnini mennast sálarliga, sosialt, kropsligt og kognetivt.
Um størvini
Í sambandi við uppnormering verður lýst eftir fýra starvsfólkum at arbeiða fulla tíð. Byrjað verður 01.03.2020 ella eftir nærri avtalu. Starvsstaðið er á Argjaboðagøtu 7 og arbeitt verður í skiftandi vaktum, sum fevna um alt døgnið, allar dagar í vikuni.
Útbúgving
Søkt verður eftir fólkum, sum hava antin námsfrøðiliga, sosialfakliga ella heilsufakliga útbúgving.
Arbeiðsuppgávur
Í mun til uppgávurnar og viðgerðina av børnunum, er talan um námsfrøðiligt arbeiði, og tørvur er at arbeiða tvørfakligt við teimum avbjóðingunum, sum børnini hava.
Arbeiðsuppgávurnar og málini eru at virka fyri, at børnini fáa rættstundis og javnbjóðis møguleikar, soleiðis at børnini fáa bestu og røttu viðgerðina.
Uppgávan er at hava umsorgan fyri børnunum, at tey fáa eitt heimligt umhvørvi, og at tey fáa námsfrøðiliga viðgerð soleiðis, at tey fáa teir neyðugu menningarmøguleikarnar at standa seg í lívinum.
Arbeitt verður mennandi og fyribyrgjandi. Støði verður tikið í, at starvsfólk taka ábyrgd av relatiónini, við at seta seg inn í sálarligu, sosialu, kropsligu og kognetivu menningina hjá børnunum. Harumframt snýr arbeiðið seg um at seta seg inn í avbjóðingar og atferð, sum kunnu vera psykososialar, kensluligar ella misnýtistrupulleikar. Neyðugt er at hava koyrikort.
Væntanir til umsøkjarar
Væntað verður, at tú ert fakliga væl fyri, og at tú í samráð við starvsfelagar og leiðslu leggur til rættis námsfrøðiliga og praktiska arbeiðið á arbeiðsplássinum. At tú arbeiðir eftir viðgerðarætlanum og námsfrøðiligum háttaløgum, sum verða nýtt á stovninum og mannagongdum, sum er partur av námsfrøðiligu viðgerðini hjá barninum.
Væntað verður eisini, at tú luttekur í tiltøkum og spølum, sum børn annars dáma, so sum borðspøl, fysiskum tiltøkum og svimjing.
Vit vænta eldhugað starvsfólk, sum hava góð samstarvsevnir, eru tolin, hava jaliga menniskjafatan. Vit vænta, at tú við viðurkennandi atburði fær børnini at kenna seg vird og tiknan í álvara.
Í starvinum eru eisini skrivligar uppgávur partur av tí dagliga arbeiðinum, og tí verður væntað, at umsøkjarin hevur góðar skrivligar førleikar umframt KT-førleikar á brúkarastøði. Somuleiðis verður væntað fleksibilitetur, tá tað kemur til arbeiðstíðirnar.
Vit kunnu bjóða tær:
- Góðar treytir fyri menning av førleikum, m.a. við skeiðum, tvørfakligum viðgerðarfundum og supervisón
- At vera í einum tvørfakligum starvsfólkabólki, har arbeiðshátturin er KRAP, Mentalisering og Low arousal sosialnámsfrøði
- At verða luttakandi í einum stovni í menning
Um Eind 10
Eind 10 er partur av Trivnaðardeplinum í Almannaverkinum og virkar samsvarandi barnaverndarlógini. Vit arbeiða eftir uppgávum, sum Barnaverndartænastan bíleggur frá okkum.
Til eindina hoyrir Bú- og viðgerðarstovnurin Argjaboði, Móttøkudeildin, Familjudepilin, Nýggjastova, Trappustova, Heyggjarlon og Niðaragøta. Starvsfólkahópurin í Eind 10 er settur saman av fólkum við viðkomandi útbúgvingum og førleikum innan námsfrøði, sjúkrarøktarfrøði, heilsufrøði, sosialfrøði og sálarfrøði.
Setanar– og lønarviðurskifti
Setanarøkið er Almannaverkið við tænastu í løtuni í Trivnaðardeplinum – Eind 10. Tann, ið settur verður, má tola broytingar í starvinum, og at hetta kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur.
Løn sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag, Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Heilsurøktarafelagið, Ergoterapeutfelagið og Starvsmannafelagið.
Umsókn
Tú søkir starv við at trýsta á grøna knøttin "Søk starvið".
Freist
Umsóknir skulu vera Almannaverkinum í hendi í seinasta lagi 19.01.2021 kl. 23.00.
Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til Julionnu Næs Olsen, eindarleiðara á tlf. 297426 ella Randi Ragnarsdóttir Hentze, leiðara á tlf. 297431