Sjálvgreiðslan
Skriva út
Almannaverkið
Lagt út: 13.10.21
Umsóknarfreist: 26.10.21

Starvsfólk, sum kunnu menna førleikar, sjálvsvirði og sjálvbjargni hjá borgarum við autismu

Almannaverkið søkir eftir trimum starvsfólkum til føst størv og eftir avloysarum at arbeiða í Sambýlinum í Kelduskákinum í Klaksvík. Sambýlið er døgnstovnur, har 8 borgarar, sum hava autismu búgva.

Í arbeiðnum leggja vit dent á at skapa eitt gott og trygt heim. Støði verður tikið í tí einstaka, tá ið tað snýr seg um at menna førleikar og fremja sjálvsvirði og sjálvbjargni. Dentur verður eisini lagdur á at hava eitt skipað umhvørvi, sum verður gjørt sjónligt og ítøkiligt við dag- og vikuætlanum.

Leinkið til lýsingina á okkara heimasíðu er: https://candidate.hr-manager.net/ApplicationInit.aspx?cid=1899&ProjectId=144038&DepartmentId=19030&MediaId=4615

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna