Sjálvgreiðslan
Skriva út
Almannaverkið
Lagt út: 10.06.21
Umsóknarfreist: 21.06.21

Starvsfólk at arbeiða sum stuðulsfólk í Tórshavn

Almannaverkið søkir eftir fólki at starvast sum stuðulfólk í Tórshavn. Um tú hevur hug til serøkið, og kanst vera við til at skapa ein innihaldsríkan gerandisdag fyri  borgarar við rørslutarni, so ert tú vælkomin at søkja.

Um størvini

  • Eitt starv 30 tímar um vikuna at byrja 01.07.2021
  • Eitt starv 40 tímar um vikuna at byrja 01.07.2021
  • Eitt vikuskiftisstarv 15 tímar í miðal um vikuna at byrja 01.07.2021

Arbeitt verður í skiftandi vaktum, tað er í dag-, kvøld-, náttar- og vikuskiftisvaktum. Arbeiðsstaðurin er í heimunum hjá borgarunum.

Søkt verður eisini eftir avloysarum at arbeiða í skiftandi vaktum.

Førleikar
Søkt verður eftir starvsfólki, sum hava áhuga fyri serøkinum og hava viðkomandi royndir. Vit vænta eldhugaðar umsøkjarar, sum eru væl fyri sálarliga, likamliga og fakliga. Neyðugt er at hava koyrikort til bil og vanligar KT-førleikar. 

Uppgávur
Uppgávan er at vera um borgarar, ið krevja hjálp og hjáveru alt døgnið. Borgararnir hava tørv á andingartóli. Uppgávan er eisini, saman við borgarunum, at skapa ein innihaldsríkan dag og stuðla teimum at liva eitt gott lív. 

Um eind 8
Tú kemur at arbeiða í Eind 8, sum er í Trivnaðardeplinum, sum varðar av fólkum, ið hava sálarliga sjúku, seinheilaskaða og demens.

Setanar- og lønarviðurskifti
Setanarøkið er Almannaverkið og tænastan er í løtuni í Eind 8 í Trivnaðardeplinum. Starvsfólk mugu tola broytingar og umskipanir í starvinum. Løn sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag.

Umsókn
Tú søkir starvið við at trýsta á tann grøna knøttin "Søk starvið".

Freist
Umsóknir skulu vera Almannaverkinum í hendi í seinasta lagi 21.06.2021 kl 23.00.

Fleiri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til Jóhonnu Jancyardóttir, eindarleiðara, tlf. 297989 ella Solveig Dalsgaard, leiðara tlf. 297530.

Í Almannaverkinum starvast umleið 1000 starvsfólk úr 15 ymiskum starvsbólkum. Vit eru um alt landið í fleiri enn 75 bygningum. Í Almannaverkinum vilja vit gera mun við at veita bestu og mest framkomnu sosialu tænastur. Allar tænasturnar hjá Almannaverkinum byggja tí á menniskja í síni heild. Fyri at møta borgarum, har teir eru og at veita eitt sakligt og fakligt tilboð, er neyðugt við umfatandi førleikum. Breiða fakliga umhvørvið og fjølbroyttu avbjóðingarnar í Almannaverkinum tryggja, at starvsfólk áhaldandi kunnu fylgja sínum dreymum. Tey kunnu finna nýggjar avbjóðingar og mennast víðari í ymsu virkisøkjunum. At arbeiða í Almannaverkinum snýr seg um menniskju – borgarar, avvarðandi og starvsfólk. Við ynskinum um at gera mun, kann yrkisleiðin setast saman upp á nærum óteljandi mátar.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna