Sjálvgreiðslan
Skriva út
Tórshavnar Kommuna
Lagt út: 12.10.21
Umsóknarfreist: 26.10.21

Sosialráðgevi til Barnaverndartænastuna

Barnaverndartænastan í Tórshavnar kommunu søkir eftir einum sosialráðgeva at byrja 1. desember 2021 ella skjótast gjørligt. Talan er um fulla arbeiðstíð.

Talan er um eitt avbjóðandi starv á einum spennandi arbeiðsplássi við dugnaligum starvsfelagum.

Barnaverndartænastan arbeiðir sambært lóg um barnavernd, og fevnir arbeiðið m.a. um málsviðgerð, kanningar og samrøður við børn og vaksin. At skipa fyri tvørfakligum samstarvi við samstarvspartar hjá Barnaverndartænastuni og gera tilmæli til barnaverndarnevndina. Somuleiðis skal tann, sum settur verður, kunna vera við í vaktarskipanini hjá Barnaverndartænastuni.

Leinki til lýsing:

https://www.torshavn.fo/um-kommununa/starv-i-kommununi/leys-storv/sosialradgevi-til-barnaverndartaenastuna/

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna