Sjálvgreiðslan
Skriva út
Almannaverkið
Lagt út: 20.04.21
Umsóknarfreist: 16.05.21

Sosialráðgevasummarfuglar

Viðskiftadepilin í Almannaverkinum søkir eftir fleiri sosialráðgevum ella sosialráðgevalesandi til summarferiuavloysarastørv í deildunum Børn og ung, Menning og Borgaratænastan.

Starvstíðin
Tørvur er á summarferiuavloysarum í tíðarskeiðnum frá 1. juni til 31. august 2021. Størvini eru fulla tíð, við møguleika fyri niðursettari tíð, og arbeitt verður vanliga mánadag til fríggjadag. Tú ert eisini vælkomin at søkja, hóast tú ikki ert tøk/-ur alt tíðarskeiðið.

Arbeiðsuppgávur
Uppgávurnar eru sosialráðgevauppgávur í breiðari merking og fevnir arbeiðið millum annað um ráð og vegleiðing, gera tilmæli í sambandi við umsókn um fyritíðarpensjón og líknandi sosialráðgevauppgávur, eins og fyrifallandi skrivstovuuppgávur.

Førleikar
Tú hevur útbúgving sum sosialráðgevi ella ert sosialráðgevalesandi.

Væntanir

  • Tú kennir týdningin av, at borgarin verður møttur har hann er, skiltur og hjálptur.
  • Tú ert tænastusinnað/-ur og vilt virka fyri, at borgarin verður settur í miðdepilin, soleiðis at møtið við Almannaverkið verður einfalt fyri borgaran.
  • Tær dámar væl beinleiðis samband við borgaran.
  • Tú dugir at orða teg í skrift og talu.

Tað kann vera ein fyrimunur, um tú hevur kunnleika til okkara telduskipanir, viðkomandi starvsroyndir og breiða vitan um sosialfakligt arbeiði. Somuleiðis kann tað vera ein fyrimunur, um tú hevur fyrisitingarligar royndir og viðkomandi kunnleika til almennar myndugleikar og samstarvsfelagar hjá Almannaverkinum.

Setanar- og lønarviðurskifti
Størvini eru flokkað í sáttmála millum Starvsfelagið og Fíggjarmálaráðið. Sosialráðgevastørv eru flokkað í 7. lønarflokki, meðan størv, sum verða sett við sosialráðgevalesandi, eru flokkað í 3. lønarflokki. Størvini verða sett í Viðskiftadeplinum.

Umsókn
Tú søkir starv við at trýsta á tann grøna knøttin “Søk starvið”, og síðan við at útfylla umsóknarblaðið og viðfesta umsókn, CV og møgulig prógv.

Freist
Send okkum tína umsókn skjótast gjørligt. Innkomnar umsóknir verða viðgjørdar so hvørt, tær koma inn. Seinasta freist at søkja er 16. mai 2021 kl. 23.

Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Morid Jacobsen, deildarleiðara í Borgaratænastuni, á tlf. 347320, Elin Ludvig, deildarleiðara á Menning, á tlf. 347030 ella Bjørg Hjelm, deildarleiðara á Børn og ung, á tlf. 347016.

Í Almannaverkinum starvast umleið 1000 starvsfólk úr 15 ymiskum starvsbólkum. Vit eru um alt landið í fleiri enn 75 bygningum. Í Almannaverkinum vilja vit gera mun við at veita bestu og mest framkomnu sosialu tænastur. Allar tænasturnar hjá Almannaverkinum byggja tí á menniskja í síni heild. Fyri at møta borgarum, har teir eru og at veita eitt sakligt og fakligt tilboð, er neyðugt við umfatandi førleikum. Breiða fakliga umhvørvið og fjølbroyttu avbjóðingarnar í Almannaverkinum tryggja, at starvsfólk áhaldandi kunnu fylgja sínum dreymum. Tey kunnu finna nýggjar avbjóðingar og mennast víðari í ymsu virkisøkjunum. At arbeiða í Almannaverkinum snýr seg um menniskju – borgarar, avvarðandi og starvsfólk. Við ynskinum um at gera mun, kann yrkisleiðin setast saman upp á nærum óteljandi mátar.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna