Sjálvgreiðslan
Skriva út
Runavíkar Kommuna
Lagt út: 14.07.21
Umsóknarfreist: 15.08.21

Sosialráðgevar

Tvey størv sum sosialráðgevi hjá Barnaverndartænastuni við Skálafjørðin eru leys at søkja til setan 1. september 2021 ella skjótast gjørligt. Arbeiðstíðin er full tíð við møguleika fyri at arbeiða niðursetta tíð.

Barnaverndartænastan við Skálafjørðin er eitt samstarv millum Nes, Sjóvar og Runavíkar kommunu, og vit halda til í hølum á Mýravegi 26 í Runavík. Á deildini starvast seks fólk, skrivari, sosialráðgevar og sálarfrøðingur.

Barnaverndartænastan arbeiðir sambært lóg um barnavernd.

Arbeiðsuppgávur:

  • málsviðgerð, kanningar og samrøður við børn og vaksin
  • fyrireika mál til viðgerð í Barnaverndarnevndini
  • samskipa og samstarva tvørfakliga við aðrar myndugleikar
  • vera við í vaktarskipan hjá Barnaverndartænastuni

Vit ynskja okkum starvsfólk, sum:

  • hava góð samskiftis- og samstarvsevni
  • vilja samstarva og duga at síggja loysnir
  • tola at arbeiða undir trýsti
  • hava yvirlit og kunna arbeiða sjálvstøðugt

Førleikakrøv:

  • Útbúgvin sosialráðgevi
  • Viðkomandi royndir eru ein fyrimunur, men ongin treyt.

Umsókn
Umsókn saman við prógvum og CV skal sendast í seinasta lagi 15. august 2021.

Søk starvið her.

Løn og setanarviðurskifti
Løn og setanarviðurskifti eftir sáttmála millum Starvsmannafelagið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið.

Nærri upplýsingar
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Jenny Petersen, leiðara fyri Barnaverndartænastuna, á tlf. 237096.

Nes, Sjóvar- og Runavíkar kommuna samstarva um Barnaverndartænastuna sambært lóg um barnavernd. Í kommununum búgva á leið 6.500 fólk.

 

 

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna