Sjálvgreiðslan
Skriva út
Landssjúkrahúsið
Lagt út: 07.09.21
Umsóknarfreist: 26.09.21

Søkt verður eftir skrivara til Eygnadeildina á Landssjúkrahúsinum

Søkt verður eftir skrivara til Eygnadeildina á Landssjúkrahúsinum

Skurðdepilin á Landssjúkrahúsinum lýsir eftir einum skrivara til Eygnadeildina, til fast starv á brøki 1,0, at byrja 01.11.2021 ella eftir avtalu.

Eygnadeildin virkar undir Skurðdeplinum á Landssjúkrahúsinum og á deildini starvast 4 eygnalæknar, 5 sjúkrarøktarfrøðingar og 3 skrivarar.

Vit leggja dent á gott samstarv og hugna í tí dagliga.

 Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum:

  • Móttøka og skráseting av sjúklingum
  • Samskifti við sjúklingar og onnur
  • Avgreiðsla av teldupostum, bóka tíðir og annað
  • Skriva journalir
  • Tætt samstarv við hinar fakbólkarnar á deildini

Skipanir, ið verða nýttar, eru Cosmic, Mirsk, Outlook og Word.

Førleikar:

  • Viðkomandi útbúgving, so sum skrivstovufólk ella líknandi
  • Arbeiðir á ein skipaðan hátt og hevur gott yvirlit
  • Arbeiðir sjálvstøðugt og tolir skiftandi arbeiðsuppgávur
  • Ert tænastusinnað/ur og hevur góð samstarvsevni
  • Hevur góðan málsligan førleika
  • Hevur góðan telduførleika
  • Royndir innan økið er ein fyrimunur

Vit kunnu bjóða:

  • Felags innleiðslu og upplæring
  • Eitt gott arbeiðsumhvørvi við góðum starvsfelagum
  • Fakliga skikkaðar og virknar starvsfelagar

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Elin Vitalis, depilsleiðara, tlf. 234523, teldupost: elivi@ls.fo.

Umsóknarfreistin er 26.09.2021.

Søk starvið her.

Upprunaprógv fyri útbúgving og viðmælir skulu havast við til møguliga samrøðu. Á okkara heimasíðu www.ls.fo kann ein síggja okkara visjón, missión og strategimál, undir leinkjuni “um stovnin”.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna