Sjálvgreiðslan
Skriva út
Landssjúkrahúsið
Lagt út: 07.09.21
Umsóknarfreist: 26.09.21

Søkt verður eftir sjúkrarøktarfrøðingi til Eygnadeildina

Skurðdepilin á Landssjúkrahúsinum lýsir eftir einum sjúkrarøktarfrøðingi til Eygadeildina. Talan er um fast starv á starvsbrøki 0,8. Arbeiðið er í dagtímunum – ikki kvøld ella vikuskifti.

Ynskja starvsbyrjan 01.11.2021.

Arbeiði á deildini snýr seg í høvuðsheitum um kanningar og skurðviðgerðir, sjálvstøðugt ambulatorium við m.a. diabetes, glaucom og børnum. Allar kanningar verða framdar við ymiskum tólum.

Vit eru ein lítil tøtt deild við 10 starvsfólkum – 3 læknar, 4 sjúkrarøktarfrøðingar og 3 skrivarar. Vit leggja dent á gott samstarv og hugna í tí dagliga.

Dentur verður lagdur á

  • Góð tvørfaklig samstarvsevni
  • Sjúkrarøktarfakliga vitan og royndir innan skurðviðgerðir
  • Kreativitet og fleksibilitet
  • Ábyrgdarkenslu fyri at skapa góðan trivna á deildini
  • At miðla vitan bæði á deildini og til aðrar samstarvsfelagar
  • Telduførleika á brúkarastøði
     

Vit bjóða

  • Innleiðslu á deildini
  • Spennandi og fjølbroytt arbeiðsumhvørvi við nógvum ymiskum avbjóðingum
  • Fakliga skikkaðar og virknar starvsfelagar
  • Ávirkan á fakliga menning og dygdarmenning á deildini

 
Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at ringja til sjúkrarøktarfrøðing á Eygnadeildini, tlf. 304500 lokal 5346, teldupost: eyga@ls.fo ella til Elin Vitalis depilsleiðara, tlf. 234523, teldupost: elivi@ls.fo.

Umsóknarfreistin er 26.09.2021.

Søk starvið her.

Upprunaprógv fyri útbúgving og viðmælir skulu havast við til møguliga samrøðu. Á okkara heimasíðu www.ls.fo kann ein síggja okkara visjón, missión og strategimál, undir leinkjuni “um okkum”.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna