Sjálvgreiðslan
Skriva út
Tórshavnar Kommuna
Lagt út: 18.05.20
Umsóknarfreist: 01.06.20

Sjúkrarøktarfrøðingur til Strandarlon á Boðanesheiminum

Boðanesheimið er 7 ára gamalt, liggur Yviri við Strond, og her búgva 64 húsfólk. Búeindirnar eru Strandarlon og Traðarlon, sum eru røktardeildir, og Boðalon sum er demensdeild.

Strandarlon er ein samansett deild við 17 búplássum, 2 umlættingarplássum og 5 rehabiliteringplássum, Her starvast sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar og heilsuhjálparar. Dentur verður lagdur á tætt tvørfakligt samstarv við fysio- og ergoterapeutar. Vit á Strandarlon stremba eftir høgari fakligheit har vit arbeiða viðurkennandi og skapa ein gerandisdag, har búfólk, starvsfólk og avvarðandi trívast, mennast og hava tað gott.

Søkt verður eftir:
• sjúkrarøktarfrøðingi á starvsbrøki 1,0. Møguleiki er fyri niðursettari tíð. Arbeiðstíðin er í skiftandi vaktum og 3. hvørt vikuskifti

Førleikakrøv:
• Prógv og autorisatión
• Áhuga at arbeiða við heilsustimbran, fyribyrgjan og rehabilitering
• Góð evni at samskifta í skrift og talu
• Hug at arbeiða og samstarva í eini tvøryrkisligari toymisskipan í menning
• KT-førleika á brúkarastigi

Vit bjóða tær:
• ein yrkisliga spennandi og mennandi gerandisdag
• at menna tænasturnar í Heilsu- og umsorganartænastuni saman við okkum
• eitt opið arbeiðspláss, góðar umstøður og fjølbroyttar avbjóðingar
• møguleika at seta tín dám á og framhaldandi at menna tænasturnar hjá Heilsu- og umsorganartænastuni

Setanarviðurskiftið:
Starvið verður sett til 1. juli 2020 ella eftir avtalu og verður lønt sambært sáttmála við KAF / Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Meira fæst at vita:
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Vár í Gong, deildarleiðara á Strandarlon, telefon 224108, ella við telduposti til var@torshavn.fo

Umsókn:
Umsókn saman við prógvum, góðkenning og upplýsingum um útbúgving og royndir verður at senda til torshavn@torshavn.fo. Viðmerkjast skal: „Sjúkrarøktarfrøðingur til Strandarlon“.

Umsóknarfreistin er 1. juni 2020.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.